Landsliðskravtíðir hærdar nok so nógv.

Ein kan nú lesa á heimasíðuni hjá SSF at kravtíðirnar til unglinga og elitu-landsliðið eru klárar. Nakað sum ein leggur til merkis beinan vegin er, at nú skal svimjingin enn eitt gear upp fyri at kunna verða við. SSF hevur jú lagt fram skrá fyri altjóða kappingar sum okur kunnu lutaka í fleiri ár fram, um okur bert svimja skjótt nok 🙂

Ja avbjóðingarnar eru har, og eftir stendur spurningurin, hvussu nógv taka av tilboðnum ?

Eitt nú skulu føroysku unglingarnar taka seg saman um SSF ikki bert skal hava 2 svimjarar við til komandi NJM kappingina sum SSF skal fyriskipa í Havn í desembur.

Hvat halda tykur venjarar um krøvini, og hvussu reagera tykra svimjarir ?

Hvat halda tykur um kappingarnar sum eru fyri eldru føroysku svimjararnir í Føroyum, altso kappingar her heima á klettunum ?

Eg sakni altso fleiri møguleikar fyri at kunna klára hesar kravtíðir, ella møguleikar fyri at kunna testa formin.

21 thoughts on “Landsliðskravtíðir hærdar nok so nógv.”

  1. Eg eigi kanska at leggja afturat, at eg á síðuni hjá Suðuroyar Svimjifelag havi gjørt nakrar broytingar til tað ið stendur á SSF síðuni. Dato fyri nær í ein kann klára kravtíðirnar oa.

    http://www.tsvim.com

  2. At tað er hart/utopiskt hjá FLOT-svimjarum at sleppa uttanlanda fyri SSF, tað havi eg eftirhondini avfunnið meg við. Men at skula svimja 1.06,93 í 100 bringu fyri at sleppa at luttaka á venjingarlegu í Føroyum…

  3. Ja eg veit ikki um ein skal hyggja at kravtíðinum, og kritisera har, ella hyggja at føroyskari bringusvimjing og føroysku venjarinum og kritisera har. Føroyska meti hjá kvinnum í 200m bringu áðrenn FM í ár var 2:46,9, nú skal ein svimja 2:41,1 fyri at sleppa á venjingarlegu í Føroyum.

    Eg havi sjálvandi ikki havt tíð til at práta um hettar við Malan & Co, so eg veit ikki um hettar er motiverandi ella ræðandi. Men eg havi fyrireika tey uppá at krøvuni komu nok at líkast eitt sindur tað tey hava í Íslandi, so heilt chokerandi er hettar neyvan. Og máli er at koma niður undir 2:35 í 200 bringu í hesum kappingarárinum.

    So nú er umráðandi at tosa málsetningar við føroysku svimju-elituna.

  4. Ja eg spyrji tí at okur ferð eftir ferð síggja at føroyskir svimjarar fara til DÅM og klára seg heilt fínt. Og tá ið teir so gerast eitt sindur eldri, so hava okur ongan møguleika ímóti dønum. Brian hevur nú almannakungjørt kravtíðirnar til føroysku unglingarnar sum skulu umboða Føroyar til NJM í Tórshavn t. 1. & 2. desembur í ár.

    Kravtíðirnar eru skrappar, lat okkum bara fáa tað sett uppá pláss beinan vegin, men hvussu skrappar eru tær, í mun til tað potentiali okur hava í Føroyum ?

    Um okur hugsa DÅM og hvussu væl okur klára okkum har, ja so skuldi ein trú at ein bert 1 ár seinni (DÅM aldur +1 ár) burdi kunna svomi við danskarum, og at okra NJM kravtíðir kundi líkst teimun donsku bara eitt sindur, men so er ikki. Einasta samanlíkning eg finni tá ið hugt verður at donsku og føroysku NJM krøvunum er, at menn eru einigur um at NJM er í Føroyum í desembur.

    Kanska okur venjarar eiga at hyggja at okkum sjálvum, og spyrja: “Hvat geri eg gali ?” Hvussu kann eg hava svimjarar við til DÅM og ferð eftir ferð liggja í Top´3 og so harfrá til bert eitt ár seinni at hava sloppu mínar unglingar á fjall ?

    Dríva okur rovdrift á bólk 1, 2 & 3, ella eru okur bara ikki góðir nok til at motivera tanáringar ? Eg kann so svara fyri Suðuroynna. Her venja okur als ikki ov hart, og eg haldi at tað er meira kommunikatión ímillum venjara, svimjara og foreldur sum er ein trupuleiki. Okur eru ikki góð nok til at greiða fólki frá hvussu mennandi tað er við at hava nøkur mál, og klára tey. Og at succes ælir meira succes.

    http://www.templatenetwork.org/topaz/09/dk/15.html bara fyri at taka okkurt dømi.

    Svimjarar í hava NJM aldur, eru tey sum hugsa mest um seg sjálvan kontra onnur, og tí er tað kanska umráðandi at okur sum venjarar blíva betur til at tosa við okkara svimjarar, og at okur læra og hjálpa teimun at hava mál, klára tey og seta nýggj mál. Succes avler mere succes sum man sigur. Og tað er Logikkur fyri Likkur (takk Malan:-) um okur bara hugsa okkum eitt sindur um.

    http://svoem.dk/billeder/LarsSorensen/kravtider/NJM2007,retningslinierogkravtider.pdf her eru donsku NJM kravtíðirnar

  5. Tað er jú prógvað fyri langari tíð síðani, at ein føroyingur kann svimja undir 1:06 í 100 bringu. Tað er næstan líka lang tíð síðani at nakar hevur svomið bara nøkulunda líka góða tíð aftur, og tað er tí sikkurt okkum nú sum tað er okkurt galið við.

    Men tá ið støðan nú er tann sum hon er, at okkara bestu illa klára undir 1:10, so virkar ein kravtíð á 1:06,93 sum um man helst vil sleppa undan at hjálpa. Ella rættari, at man vil avmarka sjálvt heimligu venjingarlegurnar til bara at umfata nøkur heilt fá.

    Eg skilji væl at SSF av fíggjarligum orsøkum vil sleppa undan at senda eina rúgvu av landinum at venja og kappast. Men er nakað spart við at hava eina venjingarlegu fyri kanska 4 svimjarar, tá ið tað er løn og ferð hjá landsliðsvenjaranum sum kostar?

    Ella sagt uppá ein annan máta: Um trupulleikin er at tað kostar so og so nógv at senda ein svimjara til Havnar, Klaksvíkar ella Vágs at venja, so ivist eg ikki í at feløgini (ella fyri tann skyld svimjararnir) gjarna vilja gjalda tann partin sjálvi. Tí fyri at fara aftur til tað sum eg byrjaði við her, so vita vit jú væl at vit ikki gera tað nóg gott sjálvi 🙂

    1. Onkur svam 1:08 í 100m bringu í fjør, og tað var við bert 5 dagar bringu venjing, og viðkomandi er alt annað enn bringusvimjari. So ja, okkurt er gali. Hugsunarhótturin í feløgnum er mangan tann, at okur skulu verða við, men okur vilja ikki gerða ov nógv fyri tað. Halló tað hongur jú ikki saman. Eg veit væl at nógv hava fysiskar avmarkingar, her hugsi eg um karmarnar um venjingina oa.

      Men hugsa so alternativt for hundan. Okkurt felag í 12,5m hyli hevur nú síðan fyrst í 90´inum veri við heilt í toppinum. So HS og Flot hava ikki so nógv at grenja um allíkavæl tá ið ein hugsar um vatntíð og pláss. Eg haldi at øll vita hvat í er gali, men eingin vil siga tað hart.

      Men sum Palli Z. hevur sagt fleiri ferðir, so er tað meirilutin í SSF sum eigur seinasta orðið. Kanska hevur SSF við sínum plani skoti langt yvir máli, og alt hettar við at tey ið hava villar ambitiónir heldur muga sleppa sær av landinum fyri at liva sín dreym, so at tey við lactat allergi kunnu hugna sær á Føroyska Svimji-Landsliðnum við sínari bronsu/silvurnál og halda á fram at reypa sær av at okur eru betur enn Shetland. Ja kanska skal gullnálin avskaffast ?

      Ikki er so svert at hugsa sær til hvat í eg helli til, men eg eri bert 1 persónir. Meirilutin eigur at ráða. Eg kundi heldur hugsa mær eina Elitunál til tey sum klára 900 Fina stig ella meira. Og at ein landsliðssvimjari undir 20 ár SKAL venja minst 9 ferð um vikuna í hylinum + 3-4 aðrar fysiskar venjingar.

      Men hvat halda føroyskir venjarar og svimjarar: Hava okur alt ov høgar ambitiónir ? Eiga okur at spæla meira, og venja minni ? Er tað nok bert at vinna á Shetlandi ? (1 gull á Rhodos í svimjing)

      1. Fyri at brúka eina mynd, so trúgvi eg at tað er lættari at fáa ein asna at ganga við at lokka við éini gularót beint frammanfyri trýnið, enn at leggja ein sekk av gularótum 2 kilometrar frammi. Tað ber væl til at hava motiveraðar svimjarar í einum 16 metra hyli, men tað er ólíka lættari um teir kunnu røkka sínum máli innan rímiliga tíð.

        1. Fyrst orsaka at eg eri so seinur at svara aftur.

          Men eg haldi at essens í øllum hesum kjaki er, at okur sum venjarar mugu tosa málsetningar. Hvat so um málsetningurin her og nú ikki er at klára landsliðskravtíðina ? Okur mugu for hundan taka eitt ár, deila tað upp, og so seta mál, hvor svært kan det være ? Lansliðið er ikki fyri øll, og landsliðsvenjingar er sum orði sipar til, fyri landslið.

          Eg veit at í Ægir styrkivenja tey min 5 ferðir um vikuna nú, og tað gerða okur eisini. Hettar eru feløg við 25m hyljum, hvat gerð man so í FS og Flot ? Alternativ venjing má til um tykur bert sleppa í hylin 1 ferð um dagin.

          Men aftur til nakað sum eg veit at okur eru einigur í, betur er at venja, enn ikki at gerða nakað. So er at finna útav hvussu nógv meira kann eg gera, og hvussu geri eg tað betri? Her koma so málsetningarnar aftur inn. Máli kann ikki verða størri enn tað arbeiði eg eri villigur til at leggja fyri dagin er! Altso fyri at skera tað út í papp, um tú vil vinna á Pál, so má tú venja líka nógv sum Pál, og so vóna at tú gerð okkurt betur enn Pál.

          1. Kenni ikki støðuna í FS, men vit í FLOT kundu so avgjørt gjørt meira við landvenjing. Lukkutíð eru flestu av okkara svimjarum aktivir í øðrum ítróttargreinum eisini, og tí rættiliga væl fyri kroppsliga. Og ‘lukkutíð’ hava vit ikki trupulleikan við A-landsliðsvónum í ár – líka mikið um kravtíðin er løtt ella hørð – av tí at okkara svimjarar eru so ungir. Tey høvdu kanska havt vónir um har var eitt árgangslandslið 😉

            Ein annar stórur munur á Ægir/Susvim og FLOT er tó hóast alt eisini, at tit hava venjarar sum hava játtað at arbeiða fulla tíð, heldur enn venjarar sum fyrst hava fulla tíð (og yvirtíð) aðra staðni.

  6. Um okur hugsa komandi venjingarlegu í Føroyum, so eru nøvnini hesi: Elspa og Jutta liggja og boltra sær í Esbjerg, so har fella 2 frá. Pál, Kristian, Dallin, Shaila og Mona klára “the cutt” men tey eru øll crawl svimjarar, spennandi! So kemur Kári í rygg. Tað gevur 6 svimjarar, ganska passandi til ein venjara, men luksus, tað er tað 🙂

    Eingin menning til firvald og bringu. Kanska okur bara sjálvur gera tað ímeðan hini samlast ? 🙂

    Eg ætli mær so at verða við til venjingarleguna um eg fái loyvi til tess. Einki er meira mennandi fyri ein venjara enn tá ið fleiri møtast við felags áhuga, svimjing 🙂

    1. Eg gitti uttan at hava talt ella kannað listan nærri, at tað fóru at vera 3-4 svimjarar sum kláraðu hasar tíðirnar. Men 6 eru faktiskt eitt ‘lið’, um man telur í FLOT mátistokki. Gott nokk eitt lítið lið, men tó so eitt lið. So til lukku til tykkum sum hava so góðar svimjarar.

  7. Nú eru so kravtíðirnar til “piltar” komnar á ssf.fo, piltur merkir annars smádrongur, sambært orðabókini, kanska ikki so vælvalt orð til unglingar/juniorar.

    Jon

    1. Ja eg kenni so bert piltar frá føroyskum fótbólti, og tað er sum tú sigur smádreingir. Men í Íslandi eru piltar í svimjing, og kanska kemur tað har frá nú venjarin er í Íslandi. Eg veit tað ikki, hugsi bert at so man verða.

  8. eg sá ta tað bleyv skriva um DÅM, og okkara heilt ungi talentir vit eiga fleiri her á landi men gerða vit nó mikið fyri ta tey kunna blíva betur ,nú hugsi eg um svimjisambandi HVÌ KAN MAN IKKI fáa eit ungdómsarbeiði í gongd í SSF .

    sum víst hevur verði á so sær gott út til DÅM men Onki at rópa hura fyri TIL NJM ???????????????

    vit mugu fáa eit ungdómsarbeiði í gongd tá meini eg við tey sum eru talentir Ì B2-3 Ì so hvussu er kanska 1 eisini

    Dan Hjelm

    1. Eg kundi hugsa mær at gjørt nakað sum eg byrjaði uppá í 90´inum, GRATIS! 🙂

      Bjóða teimun bestu í B´2-3-4 til eina felagsvenjing av og á, og kanska fingi onkran venjara við. Ikki haldi eg at bólkur 1 & 2 skal við til sovori, kanska tær eldru og sterkastu genturnar í bólki 2, men als ikki dreingirnar.

      Kanska eg geri tað soleiðis: Gentur árg. 97-96-95-94 & Dreingir árg. 96-95-94-93.

      Kanska svimjisambandi stuðlar við einari yvirnátting, um ikki, so verður tað bert ein dag har tað ber til við Smyrli og Bygdarleiðum.

      2 tímar í hylinum + mat og 2 tímar teori verða øll eitt sindur betur/ríkari av. Eisini venjarin um hann vil við.

      1. Um vit feløg kunnu finna útav at samstarva betur, eisini um venjing, so hava vit faktiskt vunnið nakað við hesum hørðu landsliðskrøvum. Men tað er meira “neyð lærir nakna kvinnu at spinna”, og SSF skal tí so bestemt ikki at byrja at breggja sær av úrslitinum.

  9. Kundi verði at gentur 97-96-95-94 & Dreingir árg. 96-95-94-93.Kundu farði til suðuroyar ella klaksvíkar ella hvar sumhelst í føroyum til eina slíka elit venjing sum var nevnd,so kundu feløgini orna tað sjálvi eg meini kosnaðin .

    MEN hvat skal so SSF gerða ??????????????????????????????

    Mín persónliga meining eg at SSF skal eisini Brúka tíð og orku og pening uppá hesi børnini. Tað verða jú hesir aldursbólkarnir sum vónandi verða at síggja á oyggjaleikinum í føroyum í 2013?????????????

    dan

  10. Eg havi hugt kravtíðirnar ígjøgnum – og haldi tær eru OK, haldi ikki tær eru eitt petti ov harðar. Flest øll f-met eru gott og væl undir !

    Tær greinar / teinar har vit ikki eiga svimjarar sum eru undir, tja.. har er bara eitt at gerða:

    Hart og málrætta arbeiði. Tað er jú hart arbeiði sum mennir okkum, bæði í arbeiðslívi, skúla og í ítrótti.

    Havi hugt at úrslitum úr Klaksvík; hví skal støðið lækkað so ófatuliga nógv  – her 2 mánaðir eftir OYL  har tey flestu vístu sera høgt støðið ? Ok, feria og nýtt kappingarár gerða sítt, men vit vita eisini at eingi serlig krøv eru at vinna flestu greinarnar, og breiddin her heima er ov smøl fyri okkara elitu. So tað er bert ein vegur fram: hægri krøv, og at koma út um landoddarnar.

    Svimjarar og venjarar, minnist til:

    TAÐ ER Í DAGLIG-DEGNUM AT GULLIÐ VERÐUR VUNNIÐ

    1. Hey tykur!

      Eg kundi hugsa mær at ein kapping fyri “eiltuna” var í Vági sunnudagin í næstu viku. Orsøkin er sára einkul. Svimjikalendarin er ikki nøktandi fyri teir bestu svimjarnir.

      Hettar er fyri at testa formin, og sum eitt stev á vegnum ímóti NJM, EM og VM sum jú verður í 25m hyli.

      Kappingarskráðin verður hendan:

      200Firvald Kvinnur & Menn, 200Rygg Kvinnur & Menn, 100Bringa Kvinnur & Menn, 100Frí Kvinnur & Menn

      PAUSA í 2 tímar

      100Firvald Kvinnur & Menn, 100Rygg Kvinnur & Menn, 200Bringa Kvinnur & Menn, 200Frí Kvinnur & Menn

      Eg ætli at hava kravtíðir á høgum føroyskum støði.

      1. 200firvald 2.35.0 / 2.25.0
      2. 200rygg 2.35.0 / 2.25.0
      3. 100bringa 1.19.0 / 1.11.0
      4. 100frí 1.04.0 / 0.56.0
      5. 100firvald 1.12.0 / 1.04.0
      6. 100rygg 1.12.0 / 1.04.0
      7. 200bringa 2.52.0 / 2.42.0
      8. 200frí 2.12.0 / 2.02.0

      Fyrireikarin skipar kappingina soleiðis at ein riðil kann fillast út við einum ella fleiri svimjarum í ikki lúka tey av fyriskiparinum ásettu krøvum. Um okkurt serligt ynski er til kappingina/skránna, so eri eg ikki heilt ómøguligur 🙂

      Úrslitalistar frá FM og OYL verða sendur teimun sum ikki tíma at møta upp til kappingina. Men sum grenja yvir at okur svimja skjótt. (so vónandi gera okur tað)

      1. Síggi við einum hálvum eyga at núverandi lið á Toftum ikki kann møta. Men onkur fer suður leygardagin at spæla finalu í fótbólti, so vónandi buka okur tygur har 😉

Leave a Reply to dan hjelmCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.