Áhugaverdar flytingar í føroyskari svimjing

OK, til tann sum ikki veit av tí, so er nokk so nógv áhugavert komið undan kavi, seinasta mánaðin. SVF hevur í báðum ítróttarsendingum hesa vikuna borið smátíðindi um svimjarar sum hava skift felag, Dimma hevur skrivað okkurt, og tað er eisini hent ymiskt áhugavert hvat venjarum viðvíkur.

3-2 fortaldi mánadagin at Elspa Mørkøre sambært Dimmalætting er flutt til Danmarkar at venja við West Swim Esbjerg, sum er eitt av teimum allarbestu svimjifeløgunum í Danmark. Og í gjár hóskvøld vistu tey at siga, at Kári á Høvdanum er fluttur til Klaksvíkar at venja við Ægir, nú eftir at samstarvið millum FS og Ægir er hildið uppat. Kári hevur annars kappast fyri FS í føroyskum høpi, seinastu árini.

VS og TS eru sum kunnugt sligin saman í Suðuroyar Svimjifelag, við Jón Bjarnasyni sum høvuðsvenjara. Søren Olsen er nú venjari hjá Reka, og í Havn sær tað út til at nýggi fyrstaliðsvenjarin eitur Eivind Eysturoy. Johan Martin Poulsen er høvuðsvenjari í Klaksvík, og á Toftum er undirritaði komin uppí aftur fyrstaliðsarbeiðið, at hjálpa Rúna Gaardbo.

Og har er sikkurt nógv annað áhugavert hent, sum eg annaðhvørt ikki havi fingið við, ella sum vit fyrst frætta alment um í Klaksvík í morgin, tá ið fyrsta stevna í svimjiárinum 2007/2008 byrjar. Eg veit um minst éin av teimum ‘stóru’ svimjarunum sum ikki er byrjaður enn, og hin vegin hevur kanska onkur annar fingið blóð uppá tonnina, nú SSF lokkar við uttanlanda stevnum og NJM á heimabana.

3 thoughts on “Áhugaverdar flytingar í føroyskari svimjing”

  1. Jutta Thomsen er eisini í West Swim Esbjerg. Maria Vang “svimur” í Alabama (er ikki heilt komin í gongd enn)

    Eg havi hoyrt at Eivind Eysturoy longu gevst í Havn áðrenn jól, so har verður aftur venjaraskifti. Ja nógv hendur í hesum lítla landi 🙂

    Hvar er so Beinir ?

      1. Hann er væl ikki farin yvir til flogbólt ? hehe.

        Men sum tann “reinasti” sprintarin í Fø. So skal ikki so nógv til hjá honum fyri at koma við aftur. Verður hann við í Køge ? Tað hevði veri gott.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.