NJM 2007 fingið heimasíðu

Sum kunnugt skipar Svimjisamband Føroya fyri Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuna í svimjing í ár, at verða í Tórshavn frá 1. til 2. desember 2007. Fyrireikingarbólkurin hevur í tí sambandi gjørt eina serliga heimasíðu til stevnuna, kallað njm2007.com, sum skal kunna um karmar, skrá, úrslit og so framvegis.

Í løtuni er ikki so nógv annað at síggja á hasari síðuni, enn ein posturi við innbjóðingini, ein frágreiðing um karmarnar, ein skrá yvir kappingarnar og so leinki til viðkomandi svimjisambond. Men har verður óivað meira, so hvørt sum stevnan nærkast. Tað er undirritaði sum hevur ábyrgd av heimasíðuni, og eg ætli so í øllum førum at gera mítt til at alt viðkomandi verður at finna har, á enskum og føroyskum.

Annars er tað at siga um fyrireikingarnar til nú, at vit hava fingið rímiligt skil á sjálvar karmarnar um stevnuna. Stevnan verður í Svimjihøllini í Gundadali, teir útlendsku svimjararnari fara at búgva og eta morgunmat á Kerjalon (t.e. vallarheimið við Hotel Føroyar), og eta so døgverða og náttverða á Hvonn niðri í býnum. SSF skipar fyri regluligum flutningi millum hotel og høll og Hvonn.

Men nógv er eftir, so sum at skaffa hjálparfólk og greiðir til at gera seta stevnuna til nakað heilt serligt. NJM hevur ofta hug til at vera ‘bara ein vanlig stevna’, tá ið hon verður fyriskipað av grannalondum okkara; men tað er væl eingin orsøk til at vit ikki kunnu royna at vísa okkum frá okkara allarbestu síðu, tá ið tað kemur til fyriskipan av svimjistevnu.

Vónandi hugsar tú eisini um hetta, um fyrireikingarbólkurin ein dag skuldi ringt til tín við einum fyrispurningi um hjálp. Tí hvør veit – kanska verður tað akkurát tín hjálp sum ger at vit kunnu fáa eina slíka stóra stevnu til Føroyar aftur 😉

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.