Nýtt heimsmet í 4×200 frí

Teir fýra Kirk Palmer, Grant Hackett, Grant Brits og Kenrick Monk hava á avstralsku stutthyljameistarastevnuni í dag betrað um heimsmetið í 4×200 frí, við at svimja teinin á tilsamans 6:52.66. Hetta er næstan fýra sekund skjótari enn gamla metið á 6:56.41, sum William Kirby, Ian Thorpe, Michael Klim og Grant Hackett settu fyri Avstraliu í 2001. Grant Hackett var eisini líka við at betra um sítt heimsmet í 400 frí, fyrr um kvøldið.

Lesið tíðindi her á SwimmingWorldMagazine. Splitt-tíðirnar í stafettini vóru 1:43.12 (Kirk Palmer), 1:42.75 (Grant Hackett), 1:44.01 (Grant Brits) og 1:42.78 (Kenrick Monk). Grant Hackett var sum nevnt eisini heilt nær (0.78 sekund) frá at betra um sítt heimsmet í 400 frí, tá ið hann svam teinin á næstskjótastu tíð nakrantíð, 3:35.36, har heimsmetið hjá honum er 3:34.58.

2 thoughts on “Nýtt heimsmet í 4×200 frí”

  1. Sær út sum um har er rúm fyri at betra rekordina við einum sekundi afturat, um bara nr 3 eisini svimur undir 43

  2. Men USA ætlar sær under 7min í 4x200frí á langbana, so okur hava eina ordans kapping í vanti til OL í 4×200 frí. Um tú sær úrslit frá US nationals, so er 400frí og 200frí nógv sterkari enn nakrantíð fyrr í USA. Uha tað verður spennandi.

    Eg vil til OL 😉

Leave a Reply to TresholdCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.