Frætti sum slatur í gjár at vit væntandi skulu við tveimum flúgvarum til Køge Open í ár, av tí at vit ikki passa í eitt. Flogførini hjá Atlantic taka upp í 96 fólk, so tað má merkja at vit vera í øllum førum um 100 fólk í Køge í oktober :-)
Køge Open er árlig altjóða svimjistevna hjá Køge Svømmeklub, sum føroysk svimjifeløg hava luttikið á í fleiri ár eftirhondini. Í ár fara í øllum førum fýra svimjifeløg - tak meg ikki í tí, men eg meini tey eru FLOT, Fuglafjarðar Svimjifelag, Reki og Ægir.
Føroyingar hava klárað seg rættiliga væl á stevnuni, serliga í kraft av Elspu Mørkøre sum eigur heili 10 av teimum 17 metunum hjá gentum í 'gruppe 2'. Føroyingar gjørdust nr 2 í kappingini í fjør, tá ið øll stig vórðu samanløgd, umframt at Elspa stendur upplistað fyri besta bragd hjá juniorgentum (747 stig í 200 frí).
Nýggjar viðmerkingar
2 dagar 17 tímar síðani
2 dagar 18 tímar síðani
2 dagar 18 tímar síðani
2 dagar 23 tímar síðani
3 dagar 43 min síðani
3 dagar 53 min síðani
3 dagar 59 min síðani
3 dagar 2 tímar síðani
3 dagar 4 tímar síðani
3 dagar 7 tímar síðani