Innbjóðing til Metstevnuna 2007

Árliga metstevnan verður í Tórshavn 25.-26. august, har svimjarar fáa ein síðsta kjans at seta met í nú skjótt farna svimjiárinum 2006/2007, áðrenn vit skifta svimjiár tann 1. september. Hetta hevur týdning hjá serliga bólkasvimjarum, við tað at teir eldru av teimum skifta bólk tá ið svimjiárið skiftir.

Tvøroyrar Svimjifelag hevur lagt út hesa skrá á heimasíðu síni tsvim.com, sum eg tí loyvi mær at endurgeva her.

Leygarmorgun: Upphiting kl 8.00, kapping kl 9.00

  • Kapping:1   400 metur  blandað gentur
  • Kapping:2   200 metur bringa dreingir
  • Kapping:3   100 metur rygg gentur
  • Kapping:4   100 metur firvald dreingir
  • Kapping:5   200 metur frí gentur
  • Kapping:6   50 metur rygg dreingir
  • Kapping:7   50 metur firvald gentur
  • Kapping:8   400 metur frí dreingir
  • Kapping:9   200 metur bringa gentur
  • Kapping:10  200 metur blandað dreingir
  • Kapping:11  4×100 metur blandað gentur
  • Kapping:12  4×100 metur frí dreingir                                

Leygardag: Upphiting kl 15.00,  kapping kl 16.00

  • Kapping:13  200 metur rygg dreingir
  • Kapping:14  100 metur blandað gentur
  • Kapping:15  50 metur bringa dreingir
  • Kapping:16  100 metur firvald gentur
  • Kapping:17  100 metur frí dreingir
  • Kapping:18  50 metur rygg gentur
  • Kapping:19  200 metur firvald dreingir
  • Kapping:20  400 metur frí gentur
  • Kapping:21  100 metur blandað dreingir
  • Kapping:22  100 metur bringa gentur
  • Kapping:23  4×50 metur blandað dreingir
  • Kapping:24  4×50 metur frí gentur

Sunnumorgun: Upphiting kl 8.00,  kapping kl 9.00

  • Kapping:25  800 metur frí gentur
  • Kapping:26  1500 metur frí dreingir
  • Kapping:27  50 metur frí gentur
  • Kapping:28  100 metur bringa dreingir
  • Kapping:29  200 metur rygg gentur
  • Kapping:30  100 metur rygg dreingir
  • Kapping:31  4×200 metur frí gentur
  • Kapping:32  4×200 metur frí dreingir                                 

Sunnudag: Upphiting kl 14.00,  kapping kl 15.00

  • Kapping:33  200 metur frí dreingir
  • Kapping:34  200 metur firvald gentur
  • Kapping:35  50 metur firvald dreingir
  • Kapping:36  100 metur frí gentur
  • Kapping:36  100 metur frí gentur
  • Kapping:37  4×100 metur blandað dreingir
  • Kapping:38  4×100 metur frí gentur
  • Kapping:39  200 metur blandað gentur
  • Kapping:40  400 metur blandað dreingir
  • Kapping:41  50 metur bringa gentur
  • Kapping:42  50 metur frí dreingir
  • Kapping:43  4×50 metur blandað gentur                               

Tilmeldingarnar skulu sendast til lssa[kurla]post.olivant.fo mikudagin 23. august kl 21.

3 thoughts on “Innbjóðing til Metstevnuna 2007”

  1. Høgni Miné-Rasmussen

     

    ná, so bleiv handan met-kappingin avlýst !

    Haldi aldrin tær hava veri serliga væl dámdar ???

    1. Nú havi eg ikki hoyrt tað offisielt, men trúgvi tær um tú sigur tað. Og nei, hon hevur í øllum førum ikki havt nakran góðan tey seinastu árini.

      Minnist ikki heilt umstøðurnar, men eg var í øllum førum uppií tá ið hon varð fyriskipað fyrstu ferð (altso í hesari røðini, veit ikki um tey hava havt eina líknandi einaferð fyrr í tíðini). Vit ‘uppdagaðu’ at svimjiárið ikki skifti fyrr enn 1. september, og hugsaðu tí at kanska tey ungu svumu skjótari nú, við tað tey jú vaksa rættiliga nógv í summarferiuni.

      Tí varð skipað fyri eini vanligari svimjistevnu við heitinum ‘metstevna’, og lýst dúgliga við at hetta var ein seinasti kjansur hjá eldru bólkasvimjarum at seta met, áðrenn tey fluttu upp. Og jú, vit fingu okkurt bólkamet longu fyrstu ferð. Haldi at hon hevur givið bólkamet næstan hvørja ferð.

      Men nú er trupulleikin eftir mínum tykki tann, at onkur uppá okkurt tíðspunkt fann uppá at bara tey skuldu luttaka sum veruliga høvdu kjans at seta met. Altso einki við ‘bara ein vanlig stevna’ og “lad os nu se… kanska svimji eg skjótari nú”. Meini at tað hevur staðið í onkrari innbjóðing enntá, at kappingin bara var fyri potentiellar met-takarar.

      Úrslitið er at alt ov nógvir svimjarar setast aftur, “tí eg kann jú allíkavæl ikki seta met”. Og eru tey heilt fá úr sama svimjifelag, so setist alt felagið aftur. Og so er heilt galið við luttøku á stevnuni.

      Best hevði verið um har bara lá ein stevna síðst í august, sum so tilfeldigvís eisini var ein metstevna. Flestu svimjifeløg byrja eftirhondini í august mánaða, og tað burdi tí verið lag á manni at farið á stevnu síðst í august, líkasum fyri at síggja støðið, og so tilfeldigvís geva bestu bólkasvimjarum handan eyka møguleikan at seta met.

Leave a Reply to rokurCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.