Um Nólsoyarsvimjingina 2007

Sum tit óivað hava hoyrt í útvarpinum ella lisið her á sport.fo, so skipaðu nólsoyingar fyri 10. ferð á rað fyri svimjing um Nólsoyarfjørð, á Ovastevnu seinasta leygardag. Tvs. tey svumu ikki um Nólsoyarfjørð hesu ferð, men ‘bara’ 1500 metrar fram við Nólsoyarlandinum, av tí at mjørkin var so nógvur.


Teir vóru 6 sum svumu í ár, og varð úrslitið:

  1. Kári J. á Høvdanum, 17 min 52 sek
  2. Jóannes á Fløtti, 19 min 46 sek
  3. Janus T. Olsen, 19 min 59 sek
  4. Evald Rasmussen, 21 min 57 sek
  5. Áslakur Nesá, 24 min 57 sek
  6. Erlendur Simonsen, 26 min 38 sek

Tríggir teir fyrstu fingu steyp til ognar. Nólsoyarsvimjingin hevur øll hesi árini verið skipað sum stuðulssvimjing til frama fyri svimjihyl í Nólsoy, og hevur Erlendur Simonsen sum tann einasti eisini luttikið allar 10 ferðir.

Ger viðmerking