Dara Torres sett USA met í 50 frí, 40 ára gomul

Dara Torres vann OL bronsu 33 ára gomul í Sydney ár 2000, og setur nú amerikanskt met í 50 frí sum 40 ára gomul, við tíðini 24.53 (langbani). Hetta er næstbesta tíð í heiminum í ár, og sama tíð sum Libby Lenton vann HM í Melbourne við í vár. Tíðindini kunnu lesast her á SwimmingWorld, og í longdari útgávu við spekulatión um doping her á SwimNews.

2 thoughts on “Dara Torres sett USA met í 50 frí, 40 ára gomul”

  1. Tað er ikki so at SwimNews heldur at Torres er dopað. Tey hava bara hoyrt onnur siga tað, og skriva so um tað. Torres sigur sjálvsagt sjálv, at hon ikki er dopað.

  2. [Luke:] “I cant believe it.”  [Yoda:] “That is why you fail.”

    Kanska er tað soleiðis alt hongur saman. Dara er betur enn nakrantí fyrr, men hon er altso ikki best. Hon venur á annan hátt enn fyrr, og so skal jú okkurt spyrjast burturúr. Keðiligt við øllum hesum doping spøkilsinum.

Ger viðmerking