Phelps øgiligur í rygg eisini

Phelps er til nú mest kendur fyri síni úrslit og heimsmet í firvald, crawl og blandað, men hann kann so sanniliga eisini svimja rygg. Á amerikansku meistarastevnuni svam hann herfyri triðbestu tíð nakrantíð í 200 rygg (1:54.65, Ryan Lochte eigur heimsmetið á 1:54.32), og í gjár hótti hann so aftur heimsmetið á einum ryggteini við at svimja næstbestu tíð nakrantíð í 100 rygg (53.01, Aaron Piersol eigur heimsmetið á 52.98).

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.