Fyrsti dagur á EJM 2007

Sum tit kunnu lesa her av tsvim.com, so hava føroyingar í dag sett 3 nýggj føroysk met á Evropeisku JuniorMeistarastevnuni í Antwerpen, Belgia. Pál Joensen í 400 frí við tíðini 4.06.37, Kári J. á Høvdanum í 100 rygg við 1.00.95, og Elspa Mørkøre í 200 rygg við 2.24.41.Tað røkkur tó tíverri ikki longur enn at tey koma heiðurliga langt upp frá botninum av úrslitalistanum.

SwimmingWorld skrivar her at Dani Gyurta úr Ungarn hevur sett nýtt meistarastevnumet í 200 bringu við tíðini 2.11.10, og russiska Yulia Efimova í 50 bringu við tíðini 31.75. Tit kunnu síggja úrslitini her á heimasíðuni hja EJM 2007, har tey eisini skriva um nýggj met og tílíkt, og vísa myndir frá stevnuni.

5 thoughts on “Fyrsti dagur á EJM 2007”

  1. Nú fær tú tað næstan til at ljóða sum um at okur spilla tíðina her. Um tykur taka tíðirnar hjá føroysku svimjarnum og seta inn í Evropa rankings listarnar, so sær man at okur eru á veg upp eftir listanum við fullari ferð. Til dømis kann eg nevna at 1500m frí hjá Pál í dag røkkur til eitt pláss sum nr.8 á Evropa rankings listanum fyri árgang 1990 í 25m hyli. Um okur leita víðari, so finna okur Elspu Mørkøre væl við har uppi sum tað er stuttligt at verða. Um okur fáa svimjarnir at halda á fram við hesari útvikling, so gongur ikki long tíð áðrenn okur hava seniorar í einari EM ella HM semifinalu, og ja kanska heilt í finaluna. Føroyingar hava trupult við at fáa armarnar niður aftur tá ið fótbóltslandsliðið tapur við “bert” 2-0 ímóti Skotlandi. Hvussu nógvir juniorar úr Skotlandi umboða Bretland her til EJM, og hvussu klára tey seg í mun til Føroyar og til tann satsning Skotland gjørdi fyri fleiri árum síðani við væl løntum Australskum venjara við hjálpara í 50m hyli, 10 banar, fulla tíð? Ússaligt í mun til okkum og okkara budget, men enn ok vil eg siga. Írland sum hevur 3 fultíðar løntir venjarir í 50m hyli og eitt budget sum eg nokk so fegin vildi havt fingrarnar í, hevur svimjarir við her. Tað besta teir megnaðu í 400m frí hjá monnum var so ikki betur enn tað í Pál gjørdi og Elspa hevði svomi frá Írlandi við einum armi í 200m rygg, og so var 200m rygg hjá Elspu als ikki so væleydnaður sum hon hevði ætla, og sum okur vita at hon er før fyri. Ja Danmark og Svøríki tapti eisini fyri Elspu… shall I go on ?

    Teir svimjarir sum eru við her, eru næstan allir at finna í toppinum av Evropa rankings, at okur so vinna á nøkrum av teimun, seta met og annars bara hava framgongd er ein sigur í sær sjálvum. Tað er jú ikki so long tíð síðan at okur góvu okkum út í henda kampin, settu kós út í korti og vildu vera við á høgum støði. Melbourne var prógv fyri at okur gott kunnu vera við, og longu nú gongur betur, væl betur hjá onkrum. Okkara svimjarir skulu nokk klára seg uttan rós her frá, men eg haldi so at tey hava tað uppibori 😉

    Jón Bjarnason – Antwerpen

    PS. Eg skuldi heilsa heim, okur hava tað øll fínt, her eru eingir mýggjabitar 😉

    1. Eg visti væl at eg spældi við eld tá ið eg skrivaði ‘heiðurligt úrslit’… at tað luktaði av fótbólti. Hatta var skrivað í skundi tá ið eg slapp framat interneti, og tíverri uttan at eg kom framat interneti aftur fyrr enn nú eftir feriuna.

      Gud viti um kakelakkar eta mýggjabitar, tí vit/eg høvdu undarliga fáar trupulleikar av teimum. Altso mýggjabitunum.

  2. Høgni Miné-Rasmussen

     

    Pura einigur Jon ! 😉

    og sum tad var deiligt fyri tykkum at har ikki voru nakrir myggjabitar ! eg var vid at ganga grassat av teimum a Rhodos ! hehe…. men annars tillukku tit vid ti heila og goda eydnu framyvir ! og serliga til elspu i kvold  ! 🙂 flott klara !

    P.S. Hvar finnur man rankings listar fyri Evropa ??? hmm.. eg fari at prova Google 😛 haha

  3. Høgni Miné-Rasmussen

    Hey hey tu 😉 hehe !

    og takk fyri  ! Heilsa ollum fra mar ! og goda eydnu ! =)

Ger viðmerking