Tvøroyrar og Vágs svimjifelag leggja saman

Nevndin í Tvøroyrar Svimjifelag og Vágs Svimjifelag hava avgjørt at leggja saman. Nýggja svimjifelagið í Suðuroy eitur fyribils Suðuroyar Svimjifelag. Tvøroyroyar Svimjifelag bjóðar øllum at koma við hugskot til búmerkið og navn til nýggja felagið. Tað skal vera hóskandi at koyra á klæðir, lýsingar, heimasíðu, brævpappír o.s.fr. Tey trý bestu hugskotini fáa ávíkavist 3.000, 2.000 og 1.000 kr. Uppskotini skulla sendast til reisim[kurla]post.olivant.fo áðrenn 20. august, 2007.

3 thoughts on “Tvøroyrar og Vágs svimjifelag leggja saman”

  1. Eg havi 3 hugskot, 6K hevði ikki veri so gali c”,)

    Spennandi verður at síggja hvussu nógvir sumbingar svimja til FM´09  🙂

    Hvalbingar hava longu eina rúgvu av ungum børnum sum svimja, og tey klára seg stak væl. Kristina Elin Thomsen sum vann fleiri kappingar í bólki 1 í skjótt farna kappingarári, er úr Hvalba. Porkeri hevur ein lítlan superman í Sofus Bech og eg veit at onkur lítil didda úr Sumba er ávegis. Høgni Simonsen av Nesi var einaráðandi í bringusvimjing í bólki 3 hóðast hann var yngstur árgangur. Alt ber til um ein bert kemur við 🙂

    Nær man so fyrsta gulli koma til Sumba, Lopra, Fámjin ella til Sandvíkar ? Eg gleði meg so til at síggja tykon øll somul til komandi kappingarár.

    Gott summar øll somul.

    Jón

  2. Tað er eitt sindur undarligt at mítt gamla felag, Vágs svimjifelag, har eg havi havt so ótrúliga nógv góð upplivilsir, er farið í søguna. Soleiðis eru tað óivað nógv sum hava tað bæði í Vági og á Tvøroyri.

    Tá tað er sagt,  ”jarðarferðirnar” eru av, og vit eru liðug at gráta, so er tíð at koma víðari.

    Eg haldi tað er eitt ordiliga gott stig sum leiðslurnar hava tikið – og eg bakki hetta 100% upp. Vóni at tað kemur at gangast gott og ynski nýggja felagnum alt tað besta.

    Vóni eisini at restin av Suðringum fáa eyguni upp fyri hesum, leggja niður gamalt stríð, og koma víðari, bæði kommunalt, vinnuliga, mentaliga og á ítróttarvølli.

    Heri M.

Ger viðmerking