SMS-heilsan frá Rhodos

Rókur hevur sent nøkur SMS-boð til svimjing.com:

“Áslakur [Nesá] og eg vóru í fylgibilinum á teimum 120 km hjá súkklarunum týsdagin (hyyyleskegir 4 tímar, um enn vit vóru móðir aftaná). Vit vóru fyrst hjá Eli tá ið hann datt, og annars ‘á rætta stað’ tá Gunnar og Bogi høvdu brúk fyri vatn. Ikki so lætt at passa sítt pláss í peleton samstundis sum man skal ansa eftir ikki at koyra súkklarar niður. Og ræðandi at koyra við 60-80 km/t oman gjøgnum brekkur við skelti á 20-40 km/t. Over stok og sten, sum man sigur.

 

Annars hava vit hildið okkum til okkara egnu venjing, og hugt at svimjing. Føroyingarnir hava allatíð verið sjónligir í ‘Naughty Club’, og teir hava absolutt havt orsøk til at verða nøgdir. Men tad hava tit nokk alt sæð í gjár.
 
Viðvíkjandi kappingina í morgin, so eru okkara vánir so sum so. Tað vísir seg nevniliga at serliga Guernsey er væl fyri, við 4 monnum sum klára teinin á umleið 2 tímar, har okkara bestu liggja um 2:05-2:10. Somuleiðis eiga teir eina kvinnu sum klárar 2:05, har okkara gentur klára um 2:10. Men vit hava rímiligar vánir til heiðursmerki í liðkappingini hjá kvinnum, og kanska heiðursmerki eisini til Joan og/ella Karinu.
 
Annars er tað at siga um teinin, at tey nú svimja 2 x 750 runt norðan fyri Nautic Club, í havi sum er ógvuliga lekkurt at svimja í. Djúpblátt 26 gradir við ikki serliga nógvari aldu og lítlum og ongum ráki. Men djúpt av pommern til, bara 10 metrar úr landi. Ræðandi, um tú byrjar at hugsa hávar, hvalir osfr (ikki at vit hava sæð nakran, enn).
 
Súkkluteinurin er nú ein ‘ud og hjem’ ruta, suður og norður eftir strondini, sum liggur væl fyri hjá okkara flestu íðkarum. Tær løttu (Joan og Súsanna( fáa kanska ein trupulleika, men hini skulu bara tonsa gjøgnum vindin, sum forrestin er ein lætti tá ið tað kemur til hita. Tað vísir seg at hitin er IKKI tann stóri trupulleikin hjá súkklarum, um man hyggur eftir hvussu Gunnar og teir hava klárað seg.
 
Men renningin verður Hell On Earth. Lukkutíð hava tey broytt teinin til at vera pannukakufløt, í einum slag av Frankfurter-checkin-gitter-helviti, aftur og fram á torginum (tey skulu súkkla 5 x 8 km og renna 4 x 2,5 km, har teir 2,5 eru aftur og fram og aftur og fram i einum slag av dupultum M, nær Naughty Club). Her verður tað serliga hitin sum fer at drepa.”

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.