Rok á Rhodos

Umstøðurnar eru ikki altíð tær bestu á Rhodos. Vit hava hoyrt um varmablásarar í borðtennishøllini og um ein hálvlidnan vøll. Tað ganga fleiri slíkar søgur á Rhodos.

Í rennikappingini týskvøldið gloymdu dómararnir at ringja fyri síðsta umfarinum við tí úrsliti, at summir rennarar stegðaðu, aðrir hildu áfram, og eisini hálaðu fyristøðufólk teir aftastu rennararnar av breytini.

Trygdin er eisini so sum so á Rhodos.

Málini í bogaskjóting standa framvið einari gongugøtu, ið ikki er avbyrgd fyri ferðslu. Tað hóvar ikki borgarstjóranum í Rhodos at stongja gøtur. Tí mátti súkklurutan flytast út um býin í síðstu løtu. Tíverri náddu tey ikki at seta skeltir upp allastaðir á rutuni, ið elvdi til, at nakrir súkklarar koyrdu skeivan veg.

Skjótikappingin var eisini tarnað av vánaligari fyriskipan.
Betongpláturnar, ið vóru settar upp rundan um vøllin sum girðing, vóru í so vánaligum standi, at tær duttu niður og tí máttu umvælast  - meðan kappingin var í gongd!

Størsti trupulleikin sigst at vera tørvurin á bussum. Skjúttar úr Gotlandi náddu ikki at vera við í teimum fyrstu skjótikappingunum, tí teir fingu ongan flutning.

Nú skulu fyriskipararnir ikki hava skuldina í øllum, sum gongur galið á Rhodos, men meðan okkara stakkals svimjarar verða etnir av mýggjabitum, berjast triatletarnir við ovurstórar kakkulakkar.

Ger viðmerking