Endiliga tíðindi aftur av Rhodos

Hallo folkens, og orsaka at vit einki hava ‘sent’ av Rhodos hesar seinastu nógvu dagarnar. Tíðin hevur verið rokmikil hjá triathletunum, m.a. tí at vit fluttu hotell mitt í øllum, og at tað yvirhøvur vísir seg at vera lítil tíð til yvirs her suðuri. Men nú havi eg so 20 minuttir – nøjagtiga – og má tí skriva í skitspring.

Triathletarnir sleppa endiliga í eldin í morgin, og gleða seg óført. Vit hava verið á tekniskan fund og info fund, rutan er (aftur) broytt og fólk hava trætað seg móð. Men tað skuldi verið vist at vit byrja í morgin, og so enda annaðhvørt tá fólk eru komin á mál ella eru dottin umkoll í hitanum.

Hitin er nevniliga øgiligur. Havi sjálvur roynt at runnið, og man kødnar fullkomiliga. Alt sum eitur brekkur ella trappur ger at tú mást niður á knøini at blása eina løtu. Men lukkutíð er tað netupp hetta sum tey hava broytt á rutunum… vit fara IKKI longur ígjøgnum tann vindstilla býin, og brekkurnar eru eisini nógv færri. Serliga er tað viktigt at rennirutan er pannikaku-fløt.

Ná, má heldur goyma, ífall at teir 20 minuttirnir eru við at renna út.

Svimjararnir hava verið fantastiskir. 15 gull og fleiri silvur og bronsuheiðursmerki eisini, í bara 43 kappingum. Serliga Elspa, Pál og Kári hava verið framúr, men hini hava absolutt eisini gjørt sítt til at onnur lond tóku hattin av fyri okkum á Nautic Club (ella ‘Naughty Club’, sum tað er blivið til í mannamunni).

Tað er garvilt lekkurt at svimja í sjónum her.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.