Meðan vit bíða…

Ímeðan vit bíða eftir at hoyra frá føroyingunum á Rhodos muga vit lána tilfar frá øðrum keldum.

Veðrið á Rhodos er gott. Tey hava 30 hitastig og bakandi sól. Súkklarar úr Jersey hava roynt kappingarteinin, ið er 120 km langur við brekkum upp í 10% hall (hallið niðan á Eiðisskarð úr Funningi er í miðal 6,8%). Tíbetur eru tey lokalu fólkini fús í at koma við eina kalda, hjálpandi hond.

Vónandi finna Rókur og Ottar ókeypis tráðleyst net her, so vit kunna fáa fersk tíðindi teimum.

Ger viðmerking