Stress, stress…

Aja… nú eru allir hinir farnir at skriva persónligar frásagnir/bloggar inni á hesari heimasíðuni, so eg kenni meg eisini (sum ein av umsitararnum) noyddan at skriva.

Ein dagur til síðstu próvtøku, tveir dagar til próvhandanina og tríggir dagar til fráferð til Rhodos.
Huff… ikki sørt, at man er við at verða stressaður. Í gjár valdi eg (sjálvt um eg hevði tímað alvorliga væl) at siga pisu-røðuna frá mær. Tíðin var einfalt ikki til staðar, tá lesing til próvtøku og fyrireiking/venjing til oyggjaleikir eisini eru á skránni. Men sjálvt um eg segði røðuna frá mær, so er ríkiligt at gera. Hevði ætlað mær til suðuroyar at bukað hinar triathletarnar í havsvimjing, men tíðin var ikki til staðar – ístaðin sat eg niðurgravaður í fysikkbókum. Samstundis skuldi eg hugsa um, at súklan skuldi gerast tilreiðar soleiðis, at hon kundi fara við flogfarinum í dag (fyrsta flogfarið til Rhodos). Og lat tað verða sagt: tað tekur langa tíð at biksast við súklingini, tá man ikki er vanur! Samstundis, sum man stressar yvir, at man skal venja, lesa og nógv annað.

Beint nú haldi eg slettis ikki, at tað er gingið upp fyri mær, at eg skal avstað til Rhodos hósdagin.

Ein dagur í senn,, siga tey klóku. So í morgin verður tað próvtøka og studentahúga… ótrúligt, tað verður gott at verða liðugur.

Ger viðmerking