So byrjar mín dagbók

Eg bað í gjár svimjarar, venjarar og triathletar um persónligar frásagnir frá Rhodos, og má tí heldur grípa í egnan barm. Skal við sum venjari og ferðaleiðari hjá triathletunum, og ætli mær so bestemt eisini at síggja ógvuliga føroyskur út við svimjihylin, nú føroyingar liggja til at fáa eina rúgvu av heiðursmerkjum. So her byrjar mín persónliga dagbók frá Oyggjaleikum, 5 dagar áðrenn vit sleppa avstað.

Í gjár var ein ógvuliga stressandi dagur !

Fekk ein teldupost fyrrakvøldið umleið á midnátt, um at tey ‘eftir áheitan frá fleiri úr ferðalagnum’ hava broytt fráferðartíðirnar úr Rhodos, so at annar flúgvarin nú fer fríggjakvøld 7. juli á midnátt. Áðrenn skuldu báðir flúgvarar fara leygardag, men nú skuldi helvtin knappliga møta á flogvøllinum í seinasta lagi kl 22:30, sum enda-seremoniin byrjar kl 21.

Uha, kappingin í triathlon endar fríggjakvøld kl 19:30, og so at skrúva súkklur sundur og pakka niður og fara eftir kuffertum 14 km éin veg, áðrenn man koyrir aftur og koyrir 14 km ein annan veg? Eg skundaði mær at senda teldupost runt til triathletarnar, ein fyribils “tak meg ikki í tí, men eg haldi vit mugu við tí seinna” til ÍSF, og svav so annars illa ta náttina.

Dagurin eftir var arbeiðsdagur á telduskrivstovuni, við persónligu meylboksini allatíð frammi á øðrum skerminum. Stress og magasár, eingin svarar. Jú har svarar ein ‘leygardag’, og so ein annar, men onkur væntar. Ringja, men tað gongur einki serligt, mitt á degi. Og so ringdi eg til ÍSF, um døgverðatíð.

“Tit eru øll flutt á fríggjadagsflogfarið, av tí at tit ikki svaraðu”. Aaargh!

Sjálvur skal eg ferðast við Norrønu longu mánamorgunin, og tað ger tí ikki mær so nógv um eg komi heim leygardag heldur enn sunnudag. Serliga ikki tá man hugsar um mjørka og so framvegis. Men altso, hasar súkklurnar skulu jú skrúvast fullkomiliga sundur, líka niður til at taka róðrið og gearskiftara av, samstundis sum at tað skal gerast við varni, tí at tær kosta kassan. Í Haderslev tók tað tíímar.

Hin vegin, so skilji eg líka væl trupulleikarnar hjá teimum á ÍSF, nú tey knappliga skulu taka endaveitsluna frá helvtina av Oyggjaleikahópinum. Skilti at fólk skuldu veruliga tosa fyri sína sjúku mostur, fyri at sleppa undan at fara fríggjadag. Har má seriøst okkurt vera kiksað í demokratisku processini, tá ið tey reagera uppá ‘áheitan frá fleiri úr ferðalagnum’; tí eg ivist ikki í at har eru fleiri í fríggjakvøldsflogfarinum sum heldur vildi bíðað, enn farið áðrenn avslutningin.

Námen, tað seinasta eg visti, var at tað lagaði seg alt. Allir triathletar sleppa nú leygardag, uttan Súsanna sum allíkavæl vil heim at rógva leygardag (og tí blakar súkkluna frá sær til hini at skrúva sundur), og so undirritaði sum fer við tí at – well – hon sikkurt skal koyrast út á flogvøllin, og eg tí tað sama kann fara eisini, um eg allíkavæl missi seremoniina. Umframt at eg kom til at nevna tann møguleikan fyri ÍSF, og tey sjálvsagt vilja tvinga so fá fólk sum gjørligt av flogfarinum sunnunátt.

Eg havi sent eina lítla umbøn til ÍSF um at flyta fráferðina fríggjakvøld til kl 2:40 lokala tíð, heldur enn kl 24, so at vit sum fara tá bara missa veitsluna men ikki seremoniina. Og hervið ein lítil umbøn til tykkum sum lesa hetta: Um tit hava nakra sum helst at skula hava sagt í ÍSF, so vinarliga gerið tykkara meining galdandi. Um ikki fyri mína skyld, so øhh… fyri mína 😉

One thought on “So byrjar mín dagbók”

  1. Handan planin hjá mær og Súsonnu var ov skroypilig, ella eisini vóru tað mínir nervar. Kláraði ikki tankan um at kappingin SKULDI vera liðugt avgreidd kl 19:30, og vit so høvdu max 2 tímar til at koma út á flogvøllin, um vit vildu vera har í rímiliga góðari tíð, samstundis sum allur slatur sigur at grikkar eru ógvuliga la la. Soe… triathletarnir ferðast nú allir sunnunátt.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.