Ægir (Ísland) søkir eftir høvuðsvenjara

Sum tit kunnu lesa í viðfesta word-skjali, so søkir íslendska svimjifelagið Ægir nú eftir ambitiøsum og evnaríkum høvuðsvenjara, at standa á odda fyri størsta og besta svimjifelag í Íslandi. Felagið hevur 200 kappsvimjarar umframt svimjiskúla, harav 20 eru á elituliðinum, 2 hava olympiskar royndir, og 1 longu hevur kvalifiserað seg til OL í Peking 2008. Freistin at søkja er 1. juli.

Íslendska svimjisambandið hevur sent skjalið gjøgnum Svimjisamband Føroya til allar venjarar og svimjifeløg í Føroyum, og vit kunnu tí væl siga at vit longu síggja fruktirnar av nýggja samstarvinum millum sambondini bæði.

Annars eru krøvini sjálvsagt høg hjá íslendingum, til førleikarnar hjá komandi høvuðsvenjaranum. Frálíkar eginleikar innan svimjivenjing,  -umsiting og hvat viðfer av menniskjum viðvíkur. Áhuga at arbeiða við svimjarum á øllum førleikastigum. Góða praktiska vitan um svimjing, umframt gjarna útbúgving eisini. Og so lívbjargaraprógv eisini, við tað at venjarin í øllum førum til tíðir kemur at arbeiða einsamallur.

Kontaktupplýsingarnir síggjast í viðfesta skjali.

Ger viðmerking