Um myndir á svimjing.com

Hendan heimasíða hevur tíverri einki skipað myndasavn enn, og fær tað nokk heldur ikki í bræði. Men nú Oyggjaleikir standa fyri durum, og tveir av trimum fyrisitarum av heimasíðuni fara til Rhodos við myndatólum, so leggja vit fyribils myndir her á Flickr-kontini hjá Róki og Lis, so hvørt sum vit fáa høvi til tess.

Tað er ikki tí at tað ikki ber til at gera eina myndaloysn til hesa heimasíðu, men meira tí at eg (Rókur) ikki veit hvørja eg skal velja. Trupulleikin er snøgt sagt, at har finst éin rímiliga góð loysn til skipanina, sum kjarnulimir aftan heimasíðuskipanina siga fer at doyggja út, til frama fyri eina sum eg ikki meti at vera nóg góð enn.

Hartil er tað alt tað prinsipiella, um hvussu eitt slíkt myndasavn skal virka, á eini heimasíðu sum svimjing.com.

Persónliga vildi eg helst at hon var rættiliga frí, so at skilja at øll svimjiáhugaði frítt kundu leggja tær myndir á síðuna, sum tey hildu vera viðkomandi. Og gjarna so lætt sum yvirhøvur gjørligt, við møguleika at senda inn myndir á allar møguligar mátar. Til dømis gjøgnum heimasíðuna, í telduposti, av fartelefonini; og gjarna við okkum uppsendingaramboði eisini, ífall man vil senda upp fleiri í senn.

Men myndir eru jú rættiliga nógv vandamiklari enn tekstur, tá ið tað kemur til hvussu stoytandi tær kunnu vera. Vit risikera jú nógv ógvusligari porno ella hán í myndum enn í teksti. Og tað kann tí væl vera at ein sovorðin skipan ikki kann verða heilt frí til brúkararnar at stýra sjálvi, um vit ábyrgdarar ikki skulu risikera at koma í klemmu við lóg og landaskil.

Men hetta við ljótum myndum er nú ikki tann viktigasta orsøkin til at myndasavnið ikki finst enn, um enn vit sjálvsagt mugu taka støðu til hesar spurningar. Eg kann væl byrja varliga, og so loyva meira og meira. Ella brúka øvutu loysnina, har eg leggi út við at líta á tykkum. Ella seta í verk eina skipan har eingin mynd kemur á síðuna, fyrr enn ein fyrisitari hevur góðkent hana fyrst.

Nei, trupulleikin er sum sagt meira tað, at eg bíði eftir einum greiðum tekni frá teimum sum gera hesa heimasíðuloysn, um hvat mótul er tað rættasta at satsa uppá. Eg havi bíðað leingi, og kann væl bíða eina løtu afturat; tí eg ivist ikki í at hon kemur, ein dag.

Men Oyggjaleikir koma nú óivað áðrenn, haðani eg vænti mær nógvar myndir. Eitt er at eg sjálvur fari at taka nógvar myndir, men Ottar hevur eisini myndatól við, og fer mest sannlíkt eisini at taka eina rúgvu av myndum frá serliga svimjingini.

Konan og eg hava í longri tíð brúkt eina fína loysn kallað Flickr til familjumyndir og tílíkt; og eg havi tí bara gjørt mær ein undirbólk til mínar svimjimyndir har nú, heldur enn at stríðast við at gera eina heilt triðju loysn, meðan vit bíða eftir teirri røttu til svimjing.com. Ein annar bólkur finst so til triathlon-myndir, og ein triðja til alt av Rhodos.

Ein heilt annar spurningur er, hvussu tað fer at gangast okkum at fáa myndir upp á alnetið, frá Rhodos av. Okkara íbúð hevur mær vitandi ikki alnetsamband, og hartil verða vit meira ella minni upptikin frá morgun til myrkurs, av at hyggja at svimjing og súkkling og øðrum, og venja triathlon og so framvegis. Kanska finna vit onkra alnet-café í Rhodos býi, ella sleppa til eitt tráðleyst samband hjá SVF, ella okkurt tílikt. Ella kanska vit mugu bara bíða til vit koma heim aftur.

Men tað er púra vist, at allar borðbærar myndir frá Oyggjaleikum av koma upp á hasa Flickr-konto, fyrr ella seinni 🙂

Forrestin – um nakar hevur nakrar svimjimyndir sum viðkomandi kundi hugsað sær at fingið á hasa Flickr-kontoina, so setið tykkum endiliga í samband við meg (Rók). Vit hava óavmarkað pláss til myndir har, aftur fyri at gjalda nakrar fáar hundrað krónur um árið.

10 thoughts on “Um myndir á svimjing.com”

  1. Síggi nú at tað verður fløkt og tíðarkrevjandi at sortera myndir av Rhodos í ítróttargreinir, av tí at man til dømis allatíð sær triathletar til svimjikapping og svimjarar til triathlon. So í staðin sorteri eg nú allar myndir av Rhodos undir éitt høvuðssavn kallað Rhodos 2007, og geri so undirsøvn har.

  2. Tíverri náddi eg ikki at senda allar myndir upp á Flickr, nú áðrenn vit familjan fara til Noregs við Norrønu. Kanska eg finni onkra loysn har yviri, og kanska ikki. Tað sum væntar er serliga 3. finaludagur í svimjing og partur av 120 km súkklingini.

    1. Her er ókeypis tráðleyst internet, og eg haldi tí áfram at senda upp myndir frá 120 km súkklingini og 3. finaludegi í svimjing. Hevði tað verið so væl á Rhodos 🙂

      100_5359

          1. Hey Hey

            Her er turt og sól, men tá ið okur komu í gjár var vátt, sera vátt.

            Svimjingin byrjar í morgin, og tá er ikki neyðugt við sól. Svimjihøllin verður alt ov heit um skólin skínur.

            Jón

  3. Halløjsa Rókur

    Tak fyri síðst!
    Tú hevði onkrar splittíðir. Er tað møguligt at síggja tær?
    Tað vísir seg at tey har niðri í Rhodos ikki koma út við teimum.

    1. Tíverri so má tað bíða eitt sindur. Pappírið liggur á skenkinum í køkinum heima á Toftum, og eg siti nú við Strynsvatn í Noregi.

Ger viðmerking