Joan Bláfoss silvur í DM í sprint-triathlon

Sum tit kunnu lesa her á heimasíðuni hjá danska triathlon-sambandinum, so vann føroyska Joan Bláfoss í dag silvur í donsku meistarastevnuni í sprint-triathlon, sum er 750 metrar svimjing, 20 km súkkling og 5 km renning. Hon súkklaði so gott sum líka skjótt sum vinnarin Helle Frederiksen, og rann tað sum hon hevði mist í súkkling innaftur, men hevði tíverri longu mist um 3 minuttir í svimjingini, í mun til Helle. Hetta eru eru góð tíðindi fyri okkum føroyingar, tí Joan skal sum kunnugt luttaka fyri okkum á oyggjaleikum í summar.

Karina Ottosen, sum eisini skal til Rhodos, gjørdist kanska eitt sindur skuffandi nummar 6, eftir at hava verið seedað sum nummar 4 (Joan varð seedað sum nummar 3). Tær báðar vóru rættiliga javnar í Haderslev seinasta vikuskifti (Joan hevði tíðina 2:12:09 og Karina 2:12.54), so um vit brúka tíðirnar hjá Joan sum referensu, sær tað út til at tað serliga er í súkklingini og kanska renningini at tað er kiksað hjá Karinu. Hon varð nevniliga yvir 1 minutti skjótari enn Joan í svimjing, men misti so umleið 3 minuttir í bæði súkkling og renning, har tær burdu verið umleið líka skjótar í súkkling (tí í renning er Joan altíð væl skjótari enn Karina).

Í morgin skulu tær aftur í eldin, at gera sama tein sum lið. Tað vil siga at tær báðar og tvær aðrar úr triathlonfelagum KTK86 skulu royna at gjøgnumføra sama teinar saman, so skjótt sum gjørligt, uttan at tað er meira enn 10 sek á muni millum nummar 1 og 3, tá ið tær koma á mál. Eftir øllum at døma eru teirra lið favorittur til kappingina í morgin, so hvør veit, men eftir einstaklingaúrslitunum at síggja fara tær at fáa hara kapping frá TRI4 og Odense Triathlon Klub.

Her eru splitt-tíðirnar hjá teimum 6 fremstu kvinnunum

  Felag Svimjing Skift Súkkling Skift Renning Tilsamans
Helle Frederiksen TRI4 0:10:40 0:41 0:38:02 0:31 0:19:55 1:09:47
Joan Bláfoss KTK86 0:13:18 0:41 0:38:26 0:46 0:19:20 1:12:29
Anne Vagner TRI4 0:12:13 0:42 0:41:26 0:40 0:20:47 1:15:46
Anne Jacobsen OTK 0:13:02 0:49 0:40:30 0:39 0:22:31 1:17:30
Michelle Vesterby OTK 0:11:35 0:44 0:41:02 0:34 0:23:53 1:17:45
Karina Ottesen KTK86 0:12:12 0:40 0:41:47 0:43 0:22:39 1:17:59

Sí annars úrslitalistan frá DM í sprint.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.