Føroyskir triathletar góð úrslit í Haderslev

Farna sunnudag luttóku føroyskir triathletar á ársins fyrstu donsku ‘opið vatn’ triathlonstevnu, sum fyrireiking til Oyggjaleikir í summar. Serliga kvinnurnar kláraðu seg væl, við at gerast nummar 1, 2, 3 og 4 á OL-teininum, har serliga tíðirnar hjá nr 1 og 2 geva góðar vánir til heiðursmerki á Rhodos. Men eisini mennirnir fingu fínar tíðir, umframt gullheiðursmerki í veteran-bólkinum.

Á myndini niðanfyri síggjast tey sum luttóku á stevnuni: Sóley í Eyðansstovu, Karina Ottesen, Joan Bláfoss, Súsanna Skylv Sørensen, Andrass Joensen og Áslakur Nesá. Fleiri myndir kunnu síggjast her á Flickr, ella við at vitja heimasíðuna hjá Haderslev Tri 2000.

DSC_0204

Tíðirnar síggjast við splitt-tíðum her á Haderslev Tri 2007, og bólkaðar í aldursbólkum her. Eg kann til stuttleikar lista upp føroysku úrslitini her niðanfyri.

Navn 1500m svimjing + skift 40km súkkling Skift + 10km renning Tilsamans
Joan Bláfoss 00:24.42 01:10:09 00:37:18 02:12:09
Karina Ottesen 00:22:23 01:10:01 00:40:30 02:12:54
Súsanna Skylv Sørensen 00:24.01 01:14:59 00:42:43 02:21:43
Sóley í Eyðansstovu 00:31.18 01:15:18 00:52:47 02:39:23
Áslakur Nesá ? ? ? 02:14:06
Andrass Joensen 00:25.42 01:08:23 00:42:41 02:16.41

Tær fýra kvinnurnar gjørdust sum nevnt nummar 1, 2, 3 og 4, bæði í viðkomandi aldursbólki og av øllum. Tíverri var luttøkan rættiliga sløk hjá kvinnum, og plaseringarnar siga tí ikki so nógv um støðið hjá okkara kvinnum. Hartil er tað torført at samanbera tíðir millum triathlon, av tí at so stórur munur kann vera á teimum krøvum sum umstøðurnar seta (streymur, brekkur, veður osfr.) Men tað er væl áhugavert allíkavæl, at heiðursmerkjatíðirnar á Guernsey 2003 vóru ávíkavist 2:10:49, 2:16:41 og 2:20:44, og á Isle of Man 2001 ávíkavist 2:18:37, 2:25:38 og 2:27:27.

Teir báðir mennirnir gjørdust ávíkavist nummar 11 (Áslakur) og 14 (Andrass) í Haderslev, umframt at Andrass varð nummar 1 í sínum aldursbólki. Teir hava tó eina nógv meira ræðandi avbjóðing á Rhodos, við tað at vinnaratíðirnar hjá monnum vanliga liggja um ella niðanfyri 2 tímar (í Haderslev vann Michael de Bruijn við 1:56:16, á Guernsey Chris Volley við 1:57:36, og á Isle of Man Paul Clements við 2:00:25).

Ottar í Hjøllum fekk ikki luttikið í Haderslev vegna eksamiur runt vikuskiftið, og Gudmundur Joensen mátti eisini melda avboð vegna arbeiði. Men restin fekk so avgjørt ein góðan túr til Haderslev, har tey fingu roynt seg væl og virðiliga á teininum, umframt at vit høvdu nakrar hugnarligar løtur runt um sjálva kappingina.

Komandi vikuskiftið skulu í øllum førum Joan Bláfoss og Karina Ottesen luttaka í DM í sprint (t.e. 750m svimjing, 20km súkkling og 5km renning), bæði sum einstaklingar og lið. Tað vil siga at tær leygardag kappast sum einstaklingar, og so aftur sunnudag kappast sum eitt lið, har tríggjar skulu hjálpast at at koma so skjótt á mál sum gjørligt, uttan at munurin á málstrikuni millum nr 1 og 3 verður størri enn 10 sekund.

2 thoughts on “Føroyskir triathletar góð úrslit í Haderslev”

  1. Karina brúkti 00:22:23 um at svimja 1500 metur OG SKIFTA !!

    – eg kann sum einki reksa upp minst 10 føroyskar elitusvimjarar sum høvdu brúkt ca ein tíma um uppgávuna: Einar 16-20 minuttir um at svimja, og 40+ minuttir um at skifta 😉

  2. Ja gakk vekk, tað tekur jú hálva aðru evigheit hjá eitt nú Kristian Olsen at fáa sítt make upp á :-))

    Men annars er 22:23 nú ikki sooo imponerandi í sær sjálvum, men at súkla OG renna aftann á, tað krevur kanska at ein pacer seg eitt vet 🙂

    M.S svimur teinin uppá uml.17:45 og eg veit at hon tapir nakrar min í renning, (uml.4.15 pr.km) men um hon dugir at súkla, tað veit eg ikki 🙂 1t og 10min er so væl uttan fyri har krákurnar venda í mínari verð! puha! Okur renna nógv til tíðir, og onkur er á rulluskøjtum, men ikki á súklu, har er eingin erfaring. Kanska tað skal roynast! Men eg haldi nú ikki at nakar svimjari hevði bjóða Ottesen av, har er hon ganska einkult ov skrøpp 🙂

     

    ps. Joan rennur imponerandi skjótt… hold da helt ferie!

Ger viðmerking