Svimjisambandið sett nýggjan landsliðsvenjara

Á heimasíðuni hjá Svimjisamband Føroya stendur í dag skrivað:

Í samband við tað langtíðarætlan, sum svimjisambandið hevur lagt fram í vár, er landsliðsarbeiðið eisini viðgjørt. Úrslitið av hesi viðgerð er m.a. at vit nú fáa ein landsliðsvenjara, sum ikki er venjari hjá nøkrum ávísum felagi. Hetta meta vit at vera ein fyrimun í dagliga arbeiðinum at menna føroyska svimjing.

Ætlanin er at endurskoða landsliðsarbeiðið og hesum kemur nýggi venjarin at standa fyri. 

Svimjisamband Føroya og Svimjisamband Íslands hava nú gjørt samstarvsavtalu fyri komandi árið.

Samstarvið inniber m.a., at landsliðsvenjari í Føroyum verður Brian Marshall, sum er breti, men býr í Íslandi.

Hann hevur royndir sum venjari í nøkur ár, og er í dag knýttur at íslendska svimjisambandinum.

Samstarvið byrjar 1. august, men longu hetta vikuskiftið verður nýggi venjarin í Føroyum og vitjar í samband við, at oyggjaleikaliðið er á venjingarlegu í Tórshavn.

3 thoughts on “Svimjisambandið sett nýggjan landsliðsvenjara”

  1. Man kann ikki sita annað enn at tey satsa nú, við at fáa útlendingar at koma at venja okkara bestu.

    1. Vit síggja tað alt ov ofta í fótbólti at ein ellar annar tilvildarligur útlendingur kemur til Føroyar at virka sum venjari. Men í hesum føri er tað jú ein í vit kenna frammanundan, og vit vita at hann kann nakað. Spurningurin er so bara, fáa vit tað burturúr sum eitt samstarv við Ísland potentielt inniheldur ?

      Eg hugsi serliga um venjingar á langbana saman við teimun bestu í Íslandi, kappingar uttanlanda á langbana saman við íslandska landsliðnum og vegleiðing av okkara bestu so at tey so “smertefrítt” sum gjørligt kunnu koma víðari við teirra svimjilívi um tey ynska tað.

      Samstarvi hevur eitt stórt potentiali, og um vit taka væl ímóti tí, so dugi eg ikki at síggja hví tað ikki skal kunna bera frukt. So ja, tað verður spennandi :-))

  2. Tað kann eisini sigast, at vit frammanundan hava havt aðrar framúr góðar útlendskar venjarar og skilið hevur ikki verið nakað øðrvísi, enn tað hevur verið í síðstuni. Men men…

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.