Manaudou skødd, men ikki (ordiliga) av svimjing

Franska svimjistjørnan hevur fótin í gips nú, eftir at hon breyt hann tá ið nýggju liðfelagar hennara í Rom syftu hana í hylin. Tað skuldi vist nokk vera fyri at feira at hon valdi teirra felag, men nú situr hon so bara á kantinum aftur. Hendan greinin í Ekstra Bladet hevur mynd av tá ið tey (well, “teir”) syfta hana.

One thought on “Manaudou skødd, men ikki (ordiliga) av svimjing”

  1. Philippe Lucas situr sikkurt við einum skeivum smíli og sigur “Nú kan tú hava ein merde!” :-))

    Ein fyrrverandi danskur juniorlandsvenjari fekk einaferð ein av juniorinum at klattra høgt upp í eitt træ beint sum EJM var liðugt, øll herligheitin endaði við at svimjarin datt niður, breyt læri í 2 støðum, hoftina og meiddi aðra økslina. Øll vóru tey full! Gita um onkur venjari heima í DK var súrur? Fyri ikki at tosa um foreldir.

    Ein skal ansa sær við at hava tað alt ov stuttligt :-)

Ger viðmerking