Hvar eru tey næst bestu?

UM sum eg sá tað.

Nógv prát er hvørt ár um tey bestu vs tey næst bestu. At tey bestu fáa so nógv, og at ov stórur munur er á toppinum og breiddini í føroyskari svimjing. Nú var eg til UM í Vági (hvar skuldi eg annars veri?) og má sigast sum er, at ikki hendi nógv at skriva heim um. Og tá ið ein sær í bakspegli, so  veit eg ikki hvat eg skal meina um UM, tey sum “grenja” um munin (topp-breidd) ella tey í svimja til UM. Men her eru so nakrir tankar í eg gjørdi mær.

Fríggjakvøldi hendi ikki so nógv, okkurt bólkamet var svomi í hús sum jú er fínt, men kvalitetsvimjingar vóru annars ikki so nógvar. Flest Fina stig fóru til Juttu í 200 frí, 726 stig fekk hon og persónligt met við 2 sekundum, men hettar er heili 74 stig frá metinum hjá Elspu sum royndi seg í 100m firvald uttan tó at hótta metinum hjá Nathaliu sum fall fyri aldursgrensuni. Ein lítil duellir var ímillum Maluna og Elspu í 50m bringu, Malan setti nýtt bólkamet og undir OYL kravtíðina, men uttan at imponera meg ella seg sjálva, máli var jú nakað heilt annað enn ein tíð. Dagmar Winther vísti, eins og aðrar ungar gentur úr Havn, at hon eisini er ein í vit mugu taka í álvara um eitt ár ella 2 tá ið vit práta FM og A-Landslið. Bert Høgni Miné vísti nakað hjá harrunum og svam ein góðan 200m blandað. Eg hevði annars vanta at tey ið ikki sluppu upp í part til FM fóru at gerða um seg, men hóðast nøkur fá royndu, so var ov leingt ímillum til at eg kann góðtaka UM sum eitt meistaraskap, but sorry, tað hevði eti meg upp! Og her er nokk so nógv at taka av, sigst her suðuri :-)))

Leygardagur var eitt sindur sum fríggjakvøldi, tungur við onkrum sólarglotta inn ímillum. Eitt nú var Høgni aftur uppá spæl, og vísti sítt talent og potentiali við einum góðum 400m blandað, men skuffaði eitt sindur í 400m frí. Hvat nú um UM var størri, hevði meira bit í sær, so at hesin ungi ørvingurin :-)) slapp at útfolda seg enn meira, hann var jú bert ein skuggi av sær sjálvum til FM vegna sjúku. We will never know! Pál svam annars nærum ”baglens” til UM og var 100% anonymur. Kári royndi seg sum Elspa, við alternativum kappingum og sá mest av øllum út til “bert” at hugna sær. Jutta & Malan svumu næstan allar kappingarnar. Mona svam allar og tung sum hon var, var tað uttan at imponera. Eitt Føroyskt met kom úr hattinum hjá Mulan hendan dagin. Hóðast tunga venjing og eitt gott FM so betraði Malan um sítt egna met í 200m bringu, hon gjørdi tað við einans 7 tøkum pr.25m til seinasta 25m tá ið Elspa bankaði ov hart uppá :-)) og fyri at royna sína styrki, so svam hon 400m bringu eftir somu uppskrift í tíðini 5:56:84 eina lítla løtu seinni. Elspa royndi seg annars í 200m firvald, um tað var meti hon fór eftir veit eg ikki, men tíðin rakk bert til eitt 2. pláss til FM og sigur sína lítlu søgu um hettar UM. Fólk eru tung, og “tendra ikki uppá” UM sum eitt meistaraskap.

Men hvat vísir so hettar UM? Lat meg byrja við at seta tað soleiðis upp: Fyrst fjerni eg Elspu, Juttu, Monu, Maluna, Bjørg, Pál og Kára av tí hesi hava umboða landsliðið utanlanda hettar kappingarári og enn høvdu UM aldur. Hvat stendur so eftir um eg hugsi FM-OYL profilar til UM ? Jú har eru nøkur fá, Guðrun, Maria,  Pauli, Svein og Høgni, men er tað ikki ov tunt ? Høvdu hesi svomi UM um fyrrnevndu fólk ikki vóru við ? Høvdu tey svomi líka skjótt ? Hvar eru tey næst bestu nú profilarnar ikki svumu upp til sítt besta ? Verður UM ikki misvísandi um ein hugsar meistaraskap tá ið úrslitalistin verður gjøgnumgingin ? Ein má kanska bara síggja í eyguni at UM (bólkur 4 & 5) er so tunt, at tað ikki letur seg gera at hava meistarskapsstemning uttan at opin bólkur er við.

Stemningur er fyri at hava UM í Novembur sum seinastu útøkukapping til NJM, og at vit brúka NJM aldursbólkar suplera við opnum bólki, so at øll tey “vaksnu” hava dupulta sæson, men verður hettar til nakað? Eru vit før fyri at broyta okkum? tora vit at royna nakað nýtt? Skulu vit læra at svimja super skjótt um veturin og enn skjótari um summari. So kanska Elspa og Shaila svumu firvald ímóti hvørjari aðrari, ella kanska Jutta og Elspa í 400m frí ? Kári og Pál í 200m firvald, ja kanska í 200m rygg krydra við Høgna Miné 🙂 Pál og Jákup í 200m bringu ? Pál og Høgni í 400m Blandað, og kanska Jákup og Andrass við ? Andrass og Pál í 200+400frí… puha har er so nógv at taka av, K.O & Co (sprintararnar), allar tær spennandi kappingarnar sum vit ikki síggja so ofta í Føroyum. Tað hevði veri reint svimji guff (sum FM:-)) og ein kann hugsa sær at tað hevði skumpa enn meira til útviklingin hjá tí einstaka. Og at øll ikki noyddist av landinum fyri at fáa kapping. Lat okkum halda kappingina her í Føroyum um tað ber til. Og til tey í finnast at føroyskari svimjing, og teimun tilboðum ella manglum uppá somu, Hjálpi Til! So kanska vit saman kunnu náa tí ið nøktar tann tørv ið tey bestu, og næst bestu :-) hava fyri at halda áfram við tí vit jú øll dáma so væl, svimjing.

UM sum vit kenna tað í dag hevur vónandi verði fyri seinastu ferð. Hvat so alternativi skal verða, ja tað má svimjinevndin finna útav. Men vónandi er tað svimjingin í vinnur, og ikki trondgin til eina 3-4 mánaðar svimjiferiu. Eg meini so at vit eiga at hava eina opna kapping so seint sum gjørligt um summari fyri at halda jarninum í eldinum og kanska hevði tað veri eitt hugskot um vit høvdu eina opna galla kapping um summari, og at vit øll høvdu telt við, og høvdu grillfest um kvøldi samt ársins ditt og datt :-) So var kapping og hugni alt í einum, okkurt til øll kanska ? Eg havi verði til slíka kapping í DK, og tað var stak hugnaligt. Ein skal bara minnast til at lata seg betur í, vit búgva jú í Føroyum 🙂

3 thoughts on “Hvar eru tey næst bestu?”

    1. Um vit skulu hava eina altjóða kapping her í Føroyum, so verður nok brúk fyri at Atlantic A. stuðlar við gratis flúgving 🙂 Og so nakrar pengapremiur frá Norðoyar Sparikassa, nakrar penar innbjóðingar til tey rættu fólkini. So eigur at lata seg gerða at hava eina kapping á høgum støði við okkara bestu ímóti V.I.P´s aðra staðni frá. Tað eru jú vit í bestemma hvat skal svimjast, og hvør í sleppur við, ein slags Faroe Islands Invitational. Tað eigur ikki at verða so svert at seta tað inn í eitt Aquatic Galla Show fyri alla føroyska svimjing fyri líkasum at skapa ein so stóran áhuga sum møguligt :-))

      The North Atlantic Swim Challenge 2008 er jú bert ein “lítlan” arbeiðsinnsats vekk, og goodwill frá A.A. & N.Spar :-))

      Ikki er tað nógv størri enn at fyrireika FM um A.A. & N.Spar. er við uppá tað. Men hvør her torðir at fara ígongd við slíkt tiltak ? Ella hevur hug til ? 🙂 Ella vil verða við uppá at vit hava brúk fyri slíkum tiltøkum fyri at halda áhugan uppi hjá fólki.

      Livst so….

      1. Eg haldi ikki at nakar av okkum svimjiáhugaðu kunnu ímóti einum sovorðnum hugskoti, men Stórkappingin spøkir nokk. Altso her hugsi eg um hvussu torført tað hevur verið at fyriskipa ta kappingina, onkuntíð.

        Um vit skulu pláss fyri eisini FM-breiddini hjá okkum sjálvum, samstundis sum vit bjóða fleiri útlendskum feløgunum til Føroya, so verður tað alt annað líka ein stór kapping, við øllum tí stríði sum hartil hoyrir.

        Men hinvegin, ein stórur partur av stríðnum við Stórkappingini var tað at tann stevnan gekk fyri seg í fleiri hyljum í senn. Altso sovorðið sum buss-samband og at samansjóva úrslit í stevnuforritinum. Og spurningurin er her, um vit yvirhøvur vilja bjóða útlendingum at kappast í 16 metra hyljum. Gera vit ikki tað, so er alt jú nógv lættari, tí vit hava jú max ein 25 metra hyl í hvørjum horni av landinum.

        Roynir man heldur at effektivisera stevnuna í til dømis Gundadali – ella bara liva við at teir innleiðandi riðlarnir verða drúgvir – so er tað ikki verri eitt yvirvaksið FM. So skal man bara hava eyka dómarar (til at skifta út við), og duga at halda eina nágreiniliga tíðarplan (so at svimjarar kunnu fara frá stevnuni eina løtu, eta matpakka og tílíkt, samstundis sum onnur halda áfram at kappast).

        Yvirnátting og tílíkt kann man jú í prinsippinum bara yvirlata til vallarheim og/ella hotell, og so eventuelt bjóða til éitt felags veitslutiltak. Og somuleiðis við mati – tað er lekkurt um tey kunnu fara til eina mathøll sum tá ið West Swim skipar fyri, men man kann jú eisini bara biðja tey um at smyrja sær matpakka.

        Annars haldi eg at ein svimjing á Havnarvág vildi verið ultracool, við ella uttan vátdrakt. So kunnu útlendingarnir um ikki annað reypa sær av at hava svomið í 7 gradir heitum sjógvi, tá ið teir koma heim aftur 🙂

Leave a Reply to TresholdCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.