UM leygardag

So er stevnan liðug har suðuri, og dagurin í dag varð nøkulunda sum kvøldið í gjár. Nøkur einstøk fóru eftir meti, meðan restin fyrst og fremst svam um heiðursmerki, uttan at hugsa so nógv um tíðina. Tey bæði Høgni og Malan settu aftur í dag bólkamet, og Malan enntá eitt føroyskt met. Og HS vann kappingina um at fáa flest heiðursmerki tilsamans.

Í bólki 4 tók Høgni Miné-Rasmussen eisini bólkametið frá Kristoffuri Hentze í 400 blandað, eftir at hava tikið tað í 200 blandað frá Kristoffuri í gjárkvøldið. Nýggja metið í 400 blandað er nú 4:53.72, har Kristoffur svam 5:01.30.

Í bólki 5 betraði Malan Vitalis Bærendsen um sítt egna bólkamet og føroyska met í 200 bringu, við at svimja teinin á 2:45.27, har hon á FM 2007 svam 2:45.52. Áhugavert annars at Elspa Mørkøre var beint í hølunum á henni her, við 2:45.98, í eini grein sum hon annars ikki plagar at svimja. Elspa var eisini minni enn eitt sekund frá Maluni í 100 bringu í gjár.

Heiðursmerkjabýtið var (so frætt sum eg havi talt, við at hyggja listan í gjøgnum éina ferð):

  Gull Silvur Bronsa
HS 25 7 7
TS 17 13 13
FS 9 11 6
FLOT 7 10 7
Ægir 4 0 0
VS 3 8 1

Men her skal sigast sum í gjár, at tað í fleiri kappingum hava verið ‘bílig’ heiðursmerki, serliga silvur- og bronsu-heiðursmerki, av tí at so fáir luttakarar vóru tilmeldaðir. Serliga í stafettunum var heilt galið, har lið í fleiri førum vunnu gull, av tí at eingin annar svam í móti teimum. Og úrslitalistin vísir sum heild ein stóran tíðarmun millum nr 1 og 2, og serliga nr 2 og 3, í flestu kappingum, hóast nr 1 sjáldan hevði tørv á at svimja upp til sítt besta.

Næsta kapping í svimjikalendaranum verður Dansk ÅrgangsMesterskab tann 15.-17. juni, har okkara bestu yngri svimjarar fara niður at kappast í móti teimum bestu úr Danmark. Og síðani, 2.-5. juli, Oyggjaleikir á Rhodos.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.