Minnist til at melda til DÅM

Eg veit ikki hvat og hvussu, men freistin at melda til Danske ÅrgangsMesterskaber er altso í dag, 21. mai. Talan er um tilmelding til danska svimjisambandið, so her nyttar nokk einki at umbera seg við ‘føroyskari præcisheit’ ella líknandi. Sí annars ssf.fo og gomul tíðindi her á heimasíðuni, umframt meistaraskapsyvirlit hjá dønum her á svoem.dk.

2 thoughts on “Minnist til at melda til DÅM”

  1. Eg skilji á lagnum at SSF í ár hevur latið tað upp til feløgini sjálvi at skipa fyri tilmelding og ferð til DÅM, og so stuðlar ferðina við eini krónuupphædd á 2000 krónur per svimjara.

    FLOT høvuðsvenjarin Rúni Gaardbo hevur tí meldað til fyri FS, Reka og FLOT. Veit ikki hvørji luttaka fyri Reka, men úr hinum báðum eru tað Poula Mohr úr FS, umframt Astrid Foldarskarð og Birita Debes úr FLOT.

Ger viðmerking