Lucas loysir frá posabandinum

Tann nú fyrrverandi venjarin hjá fronsku svimjistjørnuni Laure Manaudou, Phillipe Lucas, tosar nú veruliga út, í samrøðu við avísina L’Equipe. SwimNews hevur ein samandrátt við viðmerkingum her, sum tit burdu lisið, men eg kann kanska eisini stutt nevna tað mest saftiga, her í tí fylgjandi:

Hann stúrir nú fyri ‘mentalu vælveruna’ hjá Manaudou, nú hon er farin til Italia. Hann ræðist læknarnar í Torino, og ‘gamla medisinið úr Juventus’, og meinar við tí at Manaudou er móttakilig fyri at byrja at dopa seg, nú hon er flutt til Italia.

Hann flennir at teimum nógvu serfrøðingunum í nýggja felagnum hjá Manaudou (4 venjarar, 1 biomekaniskur serfrøðingur, 2 landvenjarar og ein lækni), og sigur at Canet (felagið hjá Lucas og til nú Manaudou) má hava gjørt kuppið, tí har er bara hann, Lucas.

Hon hevur sagt seg vilja broyta teknikkin, men Lucas sigur at tað fer bara at gera hana verri. Hann væntar trupulleikar tí at hon er ‘kompromisleys’, ‘intens’ og ‘kompleks’. Hann heldur at hon er farin fyri pengarnar, og grundar tað við at hann sjálvur varð bjóðaður at fara hartil longu í oktober.

Nú fer hann at finna svimjarar sum kunnu vinna á henni í Beijing 2008. ‘Eg eri einasti persónur í heiminum sum veit hvussu man vinnur á Manaudou, hvussu man destabiliserar hana’.

Og har er eingin vegur aftur. Manaudou hevur ikki ein gang takkað hann fyri stríðið til nú (“She’s like that. She doesn’t even say good morning … how do you want her to say thank you?”), og konan hjá honum vil ikki longur vita av henni. Tey hava havt hana nærmast sum familjulim, hon er gumma at soni Lucas, men nú sigur konan at hon bara sleppur at síggja børnini á myndum.

Og hartil hevur hon longu mist 5 vikur av venjingini. Hon hevur spilt sær svimjiárið nú, og Lucas ivast tí í um hon fer at kunna svimja nóg skjótt longu næsta ár, og Lucas vil tí ikki vil risikera at taka hana aftur. ‘Ikki aftaná alt tað sum hon hevur sagt’.

Lesið á http://www.swimnews.com/News/displayStory.jhtml?id=5283

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.