Móttøka fyri Kristiani í Klaksvík í kvøld

Klaksvíkar Kommuna bjóðar til móttøku í býráðshøllini í Klaksvík í kvøld, mánadag 7. mai kl 18:00, at heiðra føroya skjótasta svimjara, Kristiani Olsen úr Ægir.

Sum tað stendur í teldupostinum frá teimum:

“27. og 29. apríl setti Kristian Olsen – Ægir tvey FO-met í 100 m frí og 50 m frí. Metið í 50 m frí var 24,05 sek. og tað setti Heini Rasmussen 1 juli 1997. Hesi síðstu 10 árini hava nógvir svimjarir roynt at sligið hetta metið, men ikki fyrr enn sunnudagin 29. apríl eydnaðist tað Kristiani at sláa metið – við tíðini 23.97 sek.

Kristian setti eisini nýtt FO-met í 100 m frí, tíðin hjá Kristian var 52,49 sek. og gamla metið sum Eivind Eysturoy átti var 52,94 sek. Sostatt var hetta metið sligið við ca. einum ½ sek. – sera flott svomið av Kong Kristiani!”

Móttøkan er sum sagt kl 18:00 í kvøld, har Steinbjørn O. Jacobsen og umboð úr SSF og Ægir halda røðu. Sí annars viðfestu innbjóðing.

3 thoughts on “Móttøka fyri Kristiani í Klaksvík í kvøld”

  1. Flott av Klaksvíkar Kommunu, sjálvandi eisini tí at Kristian hevur klára seg so gott. Kom til at hugsa um støðuna hjá Havnar Svimjifelag, hon er nærmast ein parodi í mun til í Klaksvík. So tað gongur kanska ein løta áðrenn ein HS´ari bjóðar metinum hjá Kristiani av :-))

    1. Treshold segdi:

      Kom til at hugsa um støðuna hjá Havnar Svimjifelag, hon er nærmast ein parodi í mun til í Klaksvík. So tað gongur kanska ein løta áðrenn ein HS´ari bjóðar metinum hjá Kristiani av :-))

      Undarlig útmelding av einum landslidsvenjara! Hvat hevur Kristiansa bragd vid Havnar Svimjifelag at gera? Ja metini vóru tikin frá svimjarum, sum umbodadu HS tá, men undarligt ikki at kunna gledast um framgongd hjá ødrum og so lata tad vera tad. Havnar svimjifelag hevdi ikki sítt besta FM í ár, men hava sanniliga dominera føroyska svimjing í langa tíd. Og hyggja vit eftir talentmassanum í havn, so yvist eg ikki í at Havnar Svimjifelag fer at blandad seg aftur rættuliga skjótt. Men 5 svimjarar til OYL, og onkur sera tætt vid (P Mc) haldi eg ikki Landslidsvenjarin kann kalla eina parodi? ella…??

      Annars Koyr á á Rhodos í summar

      1. Tá ið práta verður um støðuna hjá HS, so meinast tað við (og hettar trúði eg at øll innan føroyska svimjing vóru greið yvir) at HS nærum ikki fær vant, og slætt ongan stuðul fáa frá býðráðnum. Set tað so upp í móti støðuni hjá Ægir har borgarstjórin tekur sær tíð til at heiðra ein av okkara bestu svimjarum nakrantíð. Men koyr tú bara í sama spori sum so nógv onnur hava gjørt her inni áðrenn teg. Eg havi roynt tað ið eg kundi fyri at bøta um støðuna hjá HS. Tú samanlíknaði annars Kristian og onnur við Eric Mosambani tá ið tað frættist at Føroyar skuldi lutaka til HM, er tað serliga motiverandi orð frá einum gomlum svimjara ?

Ger viðmerking