Eru mikrostevnur eitt hugskot ?

Ávaring: Hetta er yvirhøvur ikki ein væl umhugsaður tanki. Men hvussu hevði verið at skipað fyri svimjistevnum sum ikki tóku nógv meira tíð enn tann tíð sum t.d. fótbóltsspælarar brúka til hvønn dyst, og so havt niður í eina viku millum hvørja, til dømis nakrar vikur ella mánaðir um veturin?

Fór at hugsa um hetta á veg heim frá gallaveitslu í gjár, tá ið eg hoyrdi teir byrja at varpa frá fótbóltinum. Partvís eisini vegna tíðindini her, um fjepparasíður, har tað millum annað varð sagt at tað var torført at hava eina aktiva heimasíðu um éin svimjara, av tí at svimjarar ofta hava rímiliga langa pausu millum kappingarnar.

Í altjóða svimjing hava tey innført ‘Grand Prix’ kappingar, har bestu svimjarar ferðast runt knøttin til stevnur sum mest mugu kallast at vera pengamaskinur. Svimjararnir eru ikki serliga niðurtrappaðir ella nakað, men tiltøkini geva fólki møguleika at síggja stjørnurnar, bæði við at møta upp og hyggja í sjónvarp.

Vit orka sjálvsagt ikki at hava hesar vanligu stevnur hvørt vikuskifti, sum taka 1-3 fullar dagar at gjøgnuføra. Men hvat nú um man setti eina tíðaravmarking á, at t.d. sjálv stevnan ikki mátti taka meira enn 2 tímar? Altso okkurt a la at man annaðhvørt setti harðar kravtíðir, ella (betri, haldi eg) fokuseraði uppá nakrar heilt fáar kappingar.

Man kundi fyristillað sær nakað so undarligt sum eina 200 metur firvalda stevnu. Ikki at eg sjálvur hevði melda tið (sum svimjari altso), men tað hevði verið skeg at sæð 🙂

Tvætl, eg skal ikki júka víðari um hetta, tí tað var sum sagt bara ein tanki. Um tað at tað ofta er ov langt millum stevnurnar, til at fólk kunnu ‘fylgja við’ sum í fótbólti. Og at vit kanska høvdu sæð fólk svomið kappingar sum tey annars ikki plaga at svimja, um har ikki var so nógv annað at velja í millum.

Tunga takið hevði sjálvsagt verið hjá teimum sum skuldu skipa fyri. Men hitt, tað er jú nærmast sett í system sum er, við góðum ferðasambandi leygardagar, og hasar ókeypis ferðirnar sum feløgini fáa gjøgnum ÍSF.

Hvat halda tit ?

2 thoughts on “Eru mikrostevnur eitt hugskot ?”

  1. Tað var ikki tí at eg datt av á gallaveitsluni ella nakað, at eg fyrst koyrdi heim kl 14-15 sunnudag seinnapart 😉

  2. Hugskoti er fínt, og kanska hevði hettar kunna hjálpt uppá Grand Prix ?

    Eg meini at onkur tosaði um hettar fyri nøkrum árum síðani, men tað kom altso ikki longur enn til eitt gott hugskot. Kanska eru vit alt ov konservativ til at royna nakað nýtt.

    Annars hevði onkur á lofti á flot.info at alt ov nógvar kappingar longu vóru, og fólk ikki høvdu tíð til at venja. Her kemur so ein leygardags kapping fínt við, ella ein 2 tímar kapping sum annars eru vanligar eitt nú í dk. so kunna fólk venja dagin fyri, dagin eftir og sama morgun & kvøld sum kappingin er. Hongur jú ikki heilt saman um suðuroyarfjør, men um kappingarnar eru líka í tali norðanfyri sum sunnanfyri, so er eingin trupuleiki her. Vónandi kemur hettar fyri á kalendarafundinum.

Ger viðmerking