Vit eru nøkur foreldur, sum fara niður til Dåm í Ringe tann 16-17 juni við 4 gentum í bólki 2, eg sum foreldur ,havi fingi nakrar ferðir, at vita at støði er so høgt í Dåm kappingini ,at tað ikki skæl vera gott fyri hesar ungu dámur at fara hendan túrin, sjálv meini eg at tær eru so væl fyri at , tað er bara gott fyri tær at royna naka nýtt innan fyri svimjing, veit nakar um Dåm fra fjør av ella okkurt um tað.....:)
DÅM hevur verið eitt
DÅM hevur verið eitt stórt upplivilsi báar ferðir eg havi verið við. Samanhaldi hevur verið ótrúligt, og tað var ógvuliga gevandi uppá allar mátar :)
Støði er rættliga høgt, men ikki so høgt at Føroyingar ikki kunnu vera við í toppinum. Undanfarnu DÅM hava Føroyingar ligið til fleiri medaljupláss ... bæði nr. 1,2 & 3 ;)
So tað er bara at koyra á :b !
Heilsan Guðrun ;)
200 firvald?
Stuttligt :) óluva Jakobsen úr Reka svimur 200 m firvald 5 sek skjótari enn tann besta úr Danmark svimur, og Jonna Bjartalíð Thomsen er 1 sek betur í 200 rygg enn nr 1 úr Danmark svimur ...
Fínar greiðir
Jamen so go Reki !! :-)
Fínt takk fyri
Tær eru óðtrúliga væl fyri, eg vil meina ,sum tær svimja nú ,vera tær væl við í toppinum, kanska ikki medaljeplåss, men væl við allíka væl, innan fyri 10 yær bestu, eru tær eftur listanum, onkur hevði kanska rokki onkra medalju um tær svimja teirra besta, tað verur spennandi ??
Støði til Dåm ?
Tað verur snakka um at Alvi er bestur í tíð Danska kongaríkinum, nú vit fara til Dåm við okkara gentum í bólki 2, hevði tað veri stuttligt at vita a hvørjum støði tær liggja ,saman við teimun donsku børninum, veit nakar hvar vit kunne kanna tað?
Sí 'ranglister'
Leinkið her vísir til donsku listarnar yvir hvussu væl fyri danir eru beint nú, í ymisku bólkunum:
http://www.svoem.dk/t2w_478.asp
Tær eru 1996 ella har á leið, ha? Tað skuldi so verið hesin listin:
http://www.svoem.dk/t2w_479_stor.asp?id=223
DÅM
Tað skuldi ikki verði nakað ivamál um at DÅM er ein kapping ið gevur nógv ! Bæði fyri samanhald og úrslit !
Havi verið við báðu ferð Føroyar hevur verið umboðað ! Sikken tveir góðir túrar vit hava haft !
So tað er bara at fara !
Tær eru spentar
Tær eru spentar at sleppa at royna seg í Danmark, kravtíðirnar hava tær so at sigða klára onkur av teimun kann svimja 11 kappingar, so tær fara at royna seg....:)
Far bara
Eg var ikki við sjálvur, men ivist tó ikki í at tað er gevandi. Svimjararnir hjá tykkum eru fult berættigaðir, um bara teir hava klárað kravtíðina, á sama hátt sum til FM. Kanska tey ikki vinna, men tey fáa eitt stórt upplivilsi. Og blóð upp á tonnina til komandi svimjiár.