UM 2007

frid viðmerkti her:

“Ja eitt super FM.  Tillukku, vit eiga góðar og evnaríkar svimjarar…Latið okkum gera alt so gott fyri teir so teir hava hug at halda fram..

UM 2007 verður so síðst í mánaðinum, eitt sindur øvugt at hava UM eftir FM.

Men hvar verður UM, onkur segði í Vági, tað fái eg ikki at passa, tí mær vitandi eru ikki el tíðir har ?

Fyri ca. einum árið síðan bleiv viðtikið á SSF fundi í Havn at allar meistarakappingar skullu verða við el tíðum, og sjálvandi skal tað tað, alt annað er a ov tilfeldugt.”

20 thoughts on “UM 2007”

  1. FM mátti vera nú áðrenn 1. mai, um stevnan samstundis skuldi vera úttøkukapping til Oyggjaleikir. Okkurt við einum evstamarki fyri tilmelding til leikirnar. UM liggur so aftaná í ár, allarhelst fyri at leingja føroyska svimjiárið, umframt tí at tað kanska var í so trongt áðrenn FM (UM hevur í fleiri ár ligið 14 dagar undan FM, og tað var nú heldur ikki so heldugt altíð).

    Men tað sær út til at kosta. Veit ikki hvussu tað er í øðrum feløgum, men í FLOT sær tað út til at teir veikaru svimjararnir í bólki 4 eru givnir, meira ella minni av sær sjálvum. Altso teir sum ikki kláraðu kravtíðina til FM. Hetta er ikki rætt, haldi eg, at ein bólkur av svimjarum knappliga ikki følir seg at hava eina meistarastevnu at fara til.

    Men tað er heilt sikkurt ikki gjørt við vilja, hvørki av svimjisambandinum ella FLOT. Tað vísir seg bara at vera so, at tú ikki kanst lokka teir minni evnaríku svimjararnar at venja langt út í fótbóltsárið, kappróðrarárið, ella hvat tað nú er sum ger at teir halda uppat at møta til svimjing..

    1. UM hevur í nógv ár “stinka” av alt ov lágari prioritering frá svimjarum samt feløgum. Í Føroyum manglar eitt meistaraskap, og bert suðuroyingar hava hug til eitt deilt kappingarár. Um kappingarári var deilt, so var eingin trupuleiki í at lagt FM og UM so at tað passaði eitt sindur betur saman. Kravtíðir til tær stóru kappingarnar kundi veri lagdar á eitt annað meistaraskap so at ikki alt lá á FM sum nú í ár var blaka runt sum eg veit ikki hvat. Um tit norðanfjørs vilja ganga við til tað ella eið, so var vetrar fm ein partvís succes. Føroysk svimjing vaknaði fyrr enn vanligt, og um øll heilhjarta høvdu lagt kreftir í vetrar fm, so stó enn betur til hjá føroyskari svimjing, og vit høvdu veri fleiri um ikki kanska allir “stólpa út” ( http://www.sport.fo ) fyri uttan. SSF niðurprioriteraði vetrar fm, og teir svimjarar saman við venjarum ið gjørdu tað sama, fingu stólpa út. Svimjingin í Fø. gongur ”nogenlunde”  framá so sum hon skal, men konservativur/jantelóg hugsunarháttur hjá ymiskum persónum innan SSF og í ymiskum feløgum darva framgongdini meira enn bert eitt vet.

      OYL´2007 kemur kanska uppá 90% av veruligum kapasiteti frá føroyskari síðu. Og “eg tími ikki at svimja skjótt til eitt vetrar fm tí tað kann ikki verða eitt veruligt fm” hugsanin má burtur úr høvdinum á fólki fyri at vit kunnu gerast betur skjótari. 4 árligar internationalar kappingar við føroyskari lutøku má til fyri at elitan skal halda áfram. Hvar UM so skal liggja er ein góður spurningur, men um vit vilja náa longur enn har vit eru nú, ja so er meiningin at ein í vinnur til UM ikki eigur at vinna til eitt FM. Tað skal hann/hon bara ikki verða gamal/gomul/sterkur/sterk nokk til (Tað eiga Jutta, Shaila, Elspa, Karina, Mona, Malan, Pál, Kristian, DMH, Høvdas, Beinir, Jákup & Co. nokk at syrgja fyri). Og so kann UM liggja hvar tað vil, men at leggja tað eftir fótbóltinum fer ikki mína undirtøku. Har má venjarin og felagi taka seg saman og fáa svimjingina til at hava størri týdning hjá tí einstaka svimjaranum, annars vinnur hann alíkavæl aldrin nakað.

    2. Rókur sigur: “Men hvar verður UM, onkur segði í Vági, tað fái eg ikki at passa, tí mær vitandi eru ikki el tíðir har ?

      SUM´07 í Klaksvík var uttan El-tíð ? Undarligt at Rókur ikki hevur viðmerking til tað ? Ella bara onkur sum meinar at eitt SSF-meistaraskap eigur at verða við EL-Tíð, um tað so er í Vági ella eið.

      Men annars kann eg upplýsa at EL-Tíð verður í Vági til UM.

      1. Øhh, eg endurgav bara tað sum ‘frid’ segði í viðmerking her um UM 2007, sum eg ikki helt hoyrdi til sum viðmerking til frásøgnina um úttøkukapping í triathlon, og sum eg tí stovnaði sum forum-post vegna ‘frid’. Má heldur seta gásareygu um, so at tað er meira týðiligt 🙂

        Annars havi eg onga meining um hatta har við el-tíð, onnur enn at el-tíðin sjálvsagt má rigga og vera álítandi, um man velur at brúka hana fram um hondtíðir. Tí var avgerðin í Klaksvík røtt (uff, orsaka Ægir og Klaksvík, men eg meini tað faktiskt).

        1. Sorry, me bad!

          Bara fyri at koyra eitt sindur víðari við hasum, so skal VS kanska hugsa um at fáa eitt ordligt nútíðarhóskandi EL-Tíðaranlegg til hylin í Vági. Tey kosta, men kanska kommunan kundi givi eina hánd ? Eitt er so sikkurt, at Marathonkappingarnar høvdu ikki veri so stressandi fyri hjálparfólk um hesin parturin hevði virka, og so tað mest umráðandi, tíðirnar/úrslit kunnu so sendast EuroRankings so vit síggja hvar vit eru. FM úrslit eiga at verða send har til… hmm las at teir góðtaka Grodan fíl, og fegnir vilja hava øll úrslit.

          Fina vil eiðheldur góðtaka annað enn El-Tíð um tosa verður met 🙂

          1. Klikka á Føroyska flaggi fyri at síggja hvussu vit liggja í mun til onnur lond í Evropa.

            National Rankings í niðara høgra horni á skerminum: Click on a flag to display national rankings of the current season

            Gott hevði veri um úrslitalistin fyri FM kom við har, so hevði hesin listin veri eitt sindur meira áhugaverdur at hugt at. Men hugaligt er at síggja hvussu nógvar langteinatíðir eru í mun til stuttan hyl… ironiskt nú vit ongan 50m hyl hava hmm. Tað ber kanska til at fáa OYL úrslit við har, men so skal onkur til at taka sær av hesum. Eg veit at LEN & FINA hevur gjørt vart við at vit ikki senda okkara úrslit til swimrankings, og øll halda tey at tað er spell. Altjóða kappingar brúka eisini nógv við online tilmelding har swimrankings.net stendur fyri tilmeldingartíðum.

            Er nakar í hevur hug til at royna seg ?   :-)) Segði onkur Rókur ?… halló! 😉

          2. Um tað er ókeypis at senda inn, so er tað jú nógv bíligari enn hatta har Octo hjá WinGrodan. (og um tað skuldi verið, so hava tey enntá eitt stevnuforrit)

  2. Hetta er ein søga um eitt hús sum var blátt ……

    Hevur nakar orku til broytingar ?   Yoy are very welcome 🙂

    Hvønn ræðast vit ?

    Lætt at sita á síðulinjuni og síggja gongdina, hvar menning er eitt gloymt orð !!!

    Góðu svimjarar og venjarar : Hattin av fyri tykkum  – gott tit halda áframm !!!

    Tey sum grenja á síðulinjuni gera alt verri, men tit sum hava nýggj hugskot:   “Kæmp for alt hvad du har lært ………!”

  3. Apropos janteloven:

    Ongin er so stórur at hann ikki kann liggja – ella – Ongin er so klókur at hann ikki kann læra nakað av øðrum.

    Vælsignaði, ónevndi, halt kjakið á einum sakligum støðið – hitt sigur meir um teg enn hini.

    Ein veruliga ónevndur

  4. OK, eg síggi at eg havi verið í so leingi burturi frá telduni í dag. Tað er fínt at kjakast, men vinarliga roynið ikki at verða alt ov persónlig í viðmerkingunum.

  5. Kanska havi eg misskilt okkurt ….

    Veit bara ein ein svimjari gjørdi “fuck you ” til FM…. Viðkomandi eigur karantenu í minst 2 ár eftir mínari fatan…Er tað hetta vit tosað um ???

    1. Hugsa heldur um alt tað góða ið var at síggja til FM. Hvat kunna vit gerða betur til næsta kappingarár? If it aint broken, dont fix it! Tað er so satt sum tað er sagt. Men ein analysa kemur væl øllum til góðar, tí her sær man um tað í gjørt er, er super ella mangulfult, og so koma vit víðari.

      Persónlig verbal álop til eitt FM har nógv stendur uppá spæl má ein lata fara afturvið um nakar spyr meg, tað var nú ikki verri enn sum so, rein frustation og vónbrot = gev mær luft.

      Men persónlig álop her í einum kjaki fati eg líti av. Okkurt verður lufta um níggj hugskot til menning, og tað skal berjast niður við persónligum atfinningum. Tað hjálpir ikki til menning, tøgn og einki kjak! Rókur fer skeivur (mín meining) við ikki at blanda seg uppí. Men tað er hansara væl. Fyri nøkir merkir tað eitt farvæl. Og onnur ein harðari linja, meira útspilling og provokation.

      Viðvíkjandi landsliðsvenjarastarvinum, so er bert 2 mánaðir eftir, so verður ein nýggjur settur. Kom so heldur við sakligum kriterium fyri hvat tað eigur at innibera fyri at vit sum ein ítróttargrein skulu menna okkum, hvat skal hann/hon kunna fyri at vit gerast betur? Og skal toppurin av føroyskari svimjing fáa minni fyri at hini kunna fáa meira ? Eiga vit ikki heldur at finna uppá ein máta har øll fáa meira ? Ella har toppurin ikki missir nakað ? Hjálp til sjálvhjálp ella hvat ?

      1. Tað er í øllum førum púra vist, at hetta við at fyrisita eitt forum er verri enn eg hevði væntað.

  6. Óansæð…ongantíð!!!!  - og slettis ikki innan nakra ítrótt í verðini hevur nakað ítróttarfólk loyvið at leypa á ein venjara ella kappingarneyta við verbalum orðum, sum ongastaðni hoyra heima….(hugsað um Zidane).

    FAIR PLAY…..hvør skal hava hetta stypið innan føroyska svimjing í ár….

    Take care ….

    1. P.S.  og hvussu nógva luft skuldu vit geva Zidane ??? um so var ?

      Minnist at Kristian (King kong)   … Slapp ikki við til OYL 2003….. Hugsið hann róðtið “eitthvørt” (Soocker)   til FM – og so var liðugt….

      Remember… 

      1. síggji at her verur skriva í fullspeed:) kanska sindur negativt til tíðir, men tað munnu vit fara at klara:)   eg haldi at baði jón og søren hava gjørt eitt megnar arbeiði innan føroyska svimjing, ongin er perfekt, heldir ikki jón og søren:) kom víðari øll gera vit feilir, eg gjørdi ein stóran í 2003 táið eg yldi socker í gronina a Dia, eftir at hava vunni 50frí til eina kapping í klax:) øll hildu tað ikki bilti tað stóra, men eg dugi væl at síggja at hetta var sera ósportligt av mær, og havi eg eisini biði Dia um umbering:)
        lætið okkum saman lyfta føroyska svimjing upp a eitt støði sum tað kann vinna fram til kanska at vera ajavnt við fótbóltin:) ja eg meini tað, tað kunnu vit gott, serliga við svimjarum sum Elspu og Pál:) vilja vit kunnu vit:)
        læt okkum byrja við oyggjaleikunum, og so koyrur tað bara harfra:)

        Heilsan:

         Kristian Olsen

        1. Eg má siga at eg eri vilt imponeraður av tykkum svimjarum. Éitt er at tit svimja so væl, men hartil vísa tit tykkum sum gjøgnumgangandi positiv í kjaki. Svimjingin hevur eina bjarta framtíð við tykkum 🙂

          (og ja ok, eg taki nokk alt hatta negativa av nú í kvøld… má heldur smekkað nevan í borðið, Mussolini-style)

        2. Tá ið ein svimjari á tínum aldri (Kristian) ordiliga fer gongd á aftur við forbetringum, ja so veit ein jú ikki hvat tað endar við. Eitt er sikkurt, tú er góður og tú skal ikki halda teg aftanfyri tá ið tosa verður um fyrimyndir og góðar svimjarar. Shaila tað sama, sikken ein vørr hon hevur gjørt uppá stutta tíð, og hon er altso 23 ár. Koyri á tit øll somul, tað er nógv meira í tykkum.

Ger viðmerking