Negativitetur ???

Er tað bara eg sum haldi tað, ella trívist negativitetur rættiligavæl her inni og innan føroyska svimjiheimin ?? 

 

Við hetta lag mennist svimjingin ikki nógv !

4 thoughts on “Negativitetur ???”

  1. Eg viðgangi blankt at hendan heimasíðan er í so djarvt uppsett. Ottar og Bartal og eg høvdu nokk so langar diskussiónir um hvussu ‘opin’ hon skuldi vera, í mun til at verja í móti negativiteti og øðrum ræðuleikum.

    Endin var at vit valdu tað allarmest djarva; at ein og hvør brúkari í prinsippinum kann posta tað hann vil, og at ØLL kunnu viðmerkja… eisini ónevndir brúkarar. Hetta fyri ikki at forða nøkrum í at skriva, fyri tað um viðkomandi ikki tímdi at leggja navn til, og í vón um at fólk fóru at uppføra seg hampuliga hampuligt. Altso eitt sindur sum eitt vanligt forum, har tað so er upp til okkum fyrisitarar at strika ljótar viðmerkingar og tílíkt.

    Onkur viðmerking her er longu farin út um mark, haldi eg; men eg vil hinvegin ikki virka sum tann reini Mussolini. Serliga tí at fólk faktiskt siga okkurt rættiliga viðkomandi, inni í negativum setningum.

    Persónliga eri eg av teirri fatan, at kritikkur saktans kann vera konstruktivur. Ella sum ein vísur maður einaferð segði: “No matter how it looks, everybody is trying to help”. Tey flestu hava sikkurt roynt sum eg, at vilja siga okkurt sum man brendi fyri, sum so tíverri kom út nógv harðari enn man ætlaði.

    Tey sum skriva negativt her, eru ikki fólk sum hata svimjing. Heldur tvørtur í móti.

  2. Um onkur ivast í hvar mín persónliga linja gongur í løtuni, so er tað vist nokk tá ið fólk leggja persónliga eftir svimjarum. Venjarar og SSF hava valt at vilja stýra út í frá sínum persónligu meiningum, og kunnu tí eftir mínum tykki forvænta at fáa eitt sindur av eisini persónligum kritikki. Men svimjarar eru her ‘bara’ tí at teir duga og tíma at svimja.

    Tann éina viðmerkingin sum eg havi strikað inntil víðari, var eitt álop á ein svimjara. Toleransan hjá mær er her nógv minni enn til dømis í fótbólti, har man væl kann loyva sær at siga at tann og tann fótbóltsspælari spældi ein lort dyst. Og eg helli meira til at lata hetta umfata eisini venjarar og SSF, enn at loyva kritikk av svimjarunum.

  3.  

    Jú, eigin ivi er um, at tað tit siga er púra beint Kári og Rókur. Hugburðurin innan føroyska svimjing er alt ov negativur, og tað er ógvuliga hugstoytandi og niðurbrótandi. Serliga tá hugsað verður, hvør stendur fyri aftan meginpartin av negativitetinum.

    Men viðhvørt má eisini negativitetur til fyri at koma víðari. Ella rættari konstruktivitetur og kritikkur.

    Trupulleikin við øll hesum, haldi eg, er, at í flestu førum flytir eitt sakligt kjak seg frá at hava verið um eitt hvørt evni, til persónsálop. Ella sum vit kenna tað úr fótbóltsheiminum; farið verður oftast eftir manninum, heldur enn bóltinum!  (Men í fleiri førum er kortini alneyðugt at draga persónar inn í kjakið)

Ger viðmerking