Hvat við teimum næstbestu ?

Hallow tit !

Er nøkur framtíð fyri tey næstbestu ? Hví er ongin kapping fyri teir elstu svimjararnar uttan luttøku av unglingunum ? og hvat við teimum sum “næstan kláraðu oyggjaleikaluttøku ?

Føroysk svimjing er bert fyri 3 – 5 teir bestu svimjarar vit eiga. Við vegamót ið “liggja” einir 20 svimjarar sum ongan góðan eiga.  !!

Skal tað ikki verða kapping fyri tey sum ikki klára OYL-kravið ?

Hvat við unglingunum ? Hví er onki unglingalandlið ?

Kann nakrar svara  -  og hvar er SSF ????

Speglið tykkum í hinum ítróttargreinunum !!!

Hvør tímir at sita til Gallaveitslu og hoyra somu 2 nøvn ár eftir ár verða lisin upp ?

Takið tykkum saman !!!!!

8 thoughts on “Hvat við teimum næstbestu ?”

  1. Hvør feldi ikki tár tá Jutta manglaði 2/100-partar í at sleppa til OYL  seinast  ? og hvør feldi ikki tár tá hon allíkavæl bleiv úttikin ? og hvar hava vit hana í dag ?-  Sheila hevði ongan chance til OYL 2005, men bleiv allíkavæl úttikin og fekk heiðursmerkir.  Kári á Høvdanum ?  kláraði hann OYL-kravtíðina seinast…??  OSV….

    Tey vóru fá sum kláraðu hasa kravtíðina seinast -  men hví senda fólk til OYL fyri 11.000 kr pr. stk. fyri at svimja eina kapping ? 

    Í ár eru ca. 6 svimjarar sum spyrja SSF hendan spurning !!

    Tey sum komu við “av náði ” seinast eru hetjur í dag !!!!  -  Kann hetta læra okkum nakað ?

     

  2. Føroya besti bringusvimjari hjá monnum !!!   75 % atkvøður. Men funnin ov “lættur!  Ikki góður nokk til OYL 2005 !!

    Bátastevnan í Vestmanna vigaði meira hjá Peri, tá hann fann úttav at úttøkan av honum var nei-lig !!

    Vit sóu ongantíð Per svimja aftur. !!!!

    Er úttøkan OYL 2007 rættvís ????   Liggja fólk við vegkantin 2007 ? Nær læra vit hvussu svimjingin skal skipast ?

    Svimjing er ein ítrótt sum er meira kenslulig enn onnur ítrótt, tí tú stríðist móti tær sjálvum og tínum egnu !!!

     

  3. Legði til merkis, at Barba spurdi, hvar SSF er. Eg kann í øllum førum siga, at um Palli Ziskason ikki var komin í SSF, so høvdu svimjarirnir:

    1: gingið og selt lutaseðlar, fyri at uttanlands ferðir høvdu kunna verið fíggjaðar (og øll vita, at teir svimjarar, sum skula uttanlanda í summar aldrin í verðini høvdu tíma at selt 500 lutaseðlar í part, fyri at onkur óbrúkiligur “liðleiðari” skuldi komi við)

    2: samlað oyru inn til stuðulssvimjing (og øll vita, at teir svimjarar, sum skula uttanlanda í summar aldrin í verðini høvdu tímað hetta heldur)

    So kann eg eisini skoyta uppí, at SSF v/Palla hevur fingið skaffað góðar sponsorar, framtíðarætlan fyri føroyska svimjing, góðar uttanlandskappingar (sum hækka støði meiri enn OYL) og (best av øllum) ein vælvitandi og dugnaligan landsliðsvenjara, sum hevur víst, hvat hann dugir til. FM í ár prógvaði hansara dygdir. Men tó hevði tað rættasta verið, at ein landsliðsvenjari var LANDSLIÐSvenjari fulla tíð og einki annað, so at tað kudnu verið enn fleiri venjingarlegur, og at hann vitjaði landsliðssvimjararnar í teirra egnu feløgum og hevði venjingar við teimum har.

    Lets hope so….

    1. Gloym ikki Danske ÅrgangsMesterskaber. Eg veit ikki um tað er Palli einsamallur, ella Jón ella SSF; men er tað nakað sum veruliga hevur kickstartað ungdómsarbeiðið eftir mínum tykki, so er tað DÅM. Tey ungu sum koma eftir Elspu eru simpulthen so seriøs, tí tey vita at tey hava DÅM at venja fram í móti, hvørt summar.

  4. Palli er á einum ómetaliga høgum støði fyri føroyska svimjing.  “Loysnin” hopa vit.

    Tað er sera gott at vit hava ein so loyalan formann sum Palla !!!  Hann hevur ongan svimjara og tílíkt at taka sær av – vit eiga hann fult og heilt 🙂

    Vónandi tekur hann svimjingina frammum fótbóltin, tí har eru nóg nógv jørn um eldin !!!

    Halt áframm Palli ….. og eisini Palli Eysturberg, (sjálvt um alt sær svart ú í løtuni) – vit eru so fá sum elska føroyska svimjing …. :)))

  5. Tak meg ikki í tí, men minnist meg rætt, so var tað Petur Heðin sum byrjaði DÅM !

  6. Jaa, DÅM er ein virkuliga stuttlig kapping at verða við til !

    Haldi eisini hon gevur teimum ungu sum onki hava at fara til eftir SUM/UM/FM eina gularót at svimja eftir ! Og gevur teimum eisini eitt sovrit lítið kick !

Leave a Reply to KáriHøvdasCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.