Gudmundur og Ottar eisini úttiknir til Oyggjaleikir

Fyrstaliðsvenjarin hjá FLOT, Ottar í Hjøllum, varð eisini úttikin til Oyggjaleikir, sunnudagin. Ikki í svimjing (hóast hann faktiskt luttók fyri FLOT á FM í svimjing, sama dag), men í triathlon. Hann fekk fjórða og seinasta pláss hjá monnum til Oyggjaleikir, meðan ein annar svimjiveteranur, Gudmundur Joensen úr HS, fekk fyrsta. Og undirritaði sleppi eisini við, heilt uttan at fáa sveittan fram 🙂

Úrslitini frá úttøkukappingini í triathlon síggjast her á alnetinum. Men eg kann kanska stutt at draga saman um her niðanfyri:

Navn 1500m svimjing Skift 40km súkkling Skift 10km renning Tilsamans
Gudmundur Joensen 0:20:53 0:01:31 1:13:07 0:00:25 0:39:22 2:15:18
Áslakur Nesá 0:29:00 0:01:52 1:07:35 0:00:17 0:38:43 2:17:27
Andrass Joensen 0:26:35 0:01:40 1:09:57 0:00:27 0:41:06 2:19:45
Ottar í Hjøllum 0:21:54 0:02:08 1:15:50 0:00:28 0:46:53 2:27:13
Evald Rasmussen 0:25:17 0:01:29 1:23:08 0:00:34 0:47:52 2:38:20
Súsanna Skylv 0:21:51 0:03:09 1:20:14 0:00:33 0:43:29 2:29:16

Saman um tikið vórðu øll av hesum úttikin uttan Evald, sum tó kann troysta seg við at hann eftir øllum at døma skal við til Rhodos sum svimjidómari. Tvær raskar gentur afturat eru í triathlon-hópinum, sum til dagliga venja og kappast og vinna í Danmark.

Sjálvur skal eg við sum venjari og liðleiðari hjá teimum.

2 thoughts on “Gudmundur og Ottar eisini úttiknir til Oyggjaleikir”

  1. Ja eitt super FM.  Tillukku, vit eiga góðar og evnaríkar svimjarar…Latið okkum gera alt so gott fyri teir so teir hava hug at halda fram..

    UM 2007 verður so síðst í mánaðinum, eitt sindur øvugt at hava UM eftir FM..

    Men hvar verður UM, onkur segði í Vági, tað fái eg ikki at passa, tí mær vitandi eru ikki el tíðir har ?

    Fyri ca. einum árið síðan bleiv viðtikið á SSF fundi í Havn at allar meistarakappingar skullu verða við el tíðum, og sjálvandi skal tað tað, alt annað er a ov tilfeldugt.

Ger viðmerking