Kristian undir 24 í 50 frí

So reyk metið hjá Heina Rasmussen endiliga! Kristian Olsen úr Ægir varð við 23.97 fyrsti føroyingur nakrantíð undir 24 í 50 frí (ella fyri tann skyld í nakrari svimjigrein yvirhøvur), og øll høllin var á gosi. Lítla løtu seinni gjørdu tvørágenturnar hattrick við at taka triðja av trimum møguligum føroyskum metum frá landsliðnum. Eitt fantastiskt kvøld!

Teir vóru minst tríggir sum vóru kvalifiseraðir at fara undir 24 í 50 frí í finaluni í kvøld, umframt nakrir sum kundu koma nær. Sum onkur á kantinum segði, so mundi akkurát hendan finalan hava verið tann skjótasta nakrantíð í føroyskari svimjisøgu, har ‘spakuligasti’ svimjari hevði eina tíð á 25.1 frá teimum innleiðandi riðlunum.

Men eg haldi at eg tori at siga, at tey allarflestu í kvøld unntu Kristian at fara fyrst niður um tey 24, líka mikið hvat felag tey komu frá. Tí Kristian hevur um nakar roynt at taka akkurát hetta met – og hevur verið so nær – í eftirhondini fleiri ár. Nú hevur hann so latið dyrnar upp, og vita eftir um ikki allir koma skramblandi niður á 23 nú.

So vóru tað tær frá Tvøroyri av. Full drøn á kassan, og burtur við triðja met hjá landsliðnum. Fyrsta sum Jón (landsliðsvenjarin) segði við meg aftaná, var at tær egentliga vóru átta sum áttu hatta metið: Tær fýra av Tvøroyri sum settu metið, og tær fýra úr Havn sum pressaðu tvørágenturnar allan vegin.

Og tá varð føroyska metið í 50 frí enntá sett á eini heilt aðrari geil, hvørki av teimum á Tvøroyri ella av teimum úr Havn, men av Elspu Mørkøre úr Gøtu, sum svam fyri Fuglafjarðar Svimjifelag! Ófatiligt.

Og so var tað alt hitt. Pál Joensen mundi svomið undir 4 minuttir í 400 frí, men kann um ikki annað breggja sær av at svimja 4:00 á teininum (4:00.33 eot… havi ikki offisiellan lista enn). Kári á Høvdanum setti føroyskt met í 50 rygg. Beinir Danielsen úr Rituvík vann ein harðan dyst í 50 bringu. Malan V. Bærendsen svam 200 bringu flott, eftir at hava sett met á teininum um morgunin. Og mangt annað.

Kanska mest avgerandi fyri øll, var tá ið oyggjaleikahópurin alment varð tikin út. Tey endaðu við at verða 9 dreingir og 8 gentur, eftir at Andrass Thomsen endliga endurkvalifiseraði seg, við at svimja 400 frí á 4.08. Hann var annars ivasamur, við tað at spurningur var um kvalifikatiónin frá í fjør var gyldug longur, eftir at hann av ymskum ávum helt ein heldur longri steðg í vetur.

Nógv er eftir at fortelja um, men nú má eg eta og so koyra børnini heim aftur á Toftir og í song. Tað verður so allarhelst ikki í kvøld, og heldur ikki fyrst í morgin, men vónandi einaferð í annaðkvøld. Lesið annars á tsvim.com, ssf.fo, flot.info, sport.fo og hvørjar aðrar sum nú eru, og hyggið at 3-2. Besta FM nakrantíð 🙂

3 thoughts on “Kristian undir 24 í 50 frí”

  1. Jón Bjarnason                  20 gull

    Petur Heðin á Fløtti          17 gull

    Kristian Martin Joensen   2 gull

    Rúni Gaardbo                    1 Gull

  2. Jaja endiliga prógvaði Kristian at hann er skjótasti føroyingur nakrantíð! Við tveimum føroyskum metum slær (tann lítillatni hahaha) Klaksvíkingurin við sjey tumma seymi fæst at hann er kongurin á 100m og 50m teinunum. Fyrst slær hann metið hjá Eivindi í 100m frí við at svimja teinin uppá 52,49 sekund. Og í dag eydnaðist honum langt um langi at sláa aggamla metið hjá Heina og verða fysti føroyingurin undir 24 sekund, hann svam nemliga teinin uppá 23,97 sekund!!!

    Hjartaliga tillukku Kong Kristian 😀

Leave a Reply to SvimjihagstovanCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.