Elspa settu aftur met í morgun

Stóri spurningurin í kvøld er um Elspa fer at svimja undir 27 sekund í 50 frí í kvøld, eftir at hon betraði sítt egna met í morgun frá 27.16 til 27.02. Og um Beinir ella Pál fara undir minuttin í 100 blandað, Pál undir minuttin í 100 firvald, osfr osfr. Enn ein góður dagur 🙂

Eg skal vera frásøgufólk hjá SVF í kvøld, og nái tí ikki at skriva meira beint nú. Men tað er bara at hyggja av SVF nú kl 18-20, ella (enn betur) koma niðan í høllina at heppa, tí har verður eldur í í kvøld. Harðar orrustur í 100 firvald, 200 firvald, 100 bringu, 100 blandað, 50 frí og kanska 200 og 400 frí eisini, umframt uppvísningssvimjing í 50 rygg, 200 rygg og 400 blandað. Met eru næstan garanteraði.

Vit síggjast !

2 thoughts on “Elspa settu aftur met í morgun”

  1. Rókur skal hava rós fyri sínar viðmerkingar í SVF í kvøld. Hann hóskar ógvuliga væl at sita saman við Tórur. Gott at Sjónvarpið endilga hevur funnið ein mann, sum hevur tað fakliga í ordan eisini.

Ger viðmerking