5 føroysk met sett í Aalborg í vikuskiftinum

Sum tit kunnu lesa her á tsvim.com, og her og her á ssf.fo, so hava Elspa Mørkøre og Jutta Thomsen luttikið á ‘Danske HoldMesterskaber’ í gjár og í dag, fyri West Swim Esbjerg. Úrslitið varð avbera gott, at Elspa setti 4 nýggj føroysk met og Jutta eitt.

Nýggju metini hjá Elspu eru:

  • 400 frí blandað: 4:57.66
  • 200 blandað: 2:21.49
  • 100 rygg: 1:04.20
  • 200 rygg: 2:18.11

Og tað hjá Juttu:

  • 800 frí: 9:08.02

Talan er um stutthyljamet (25 metra hylur), har HM í Melbourne var í langum hyli (50 metrar). Metið hjá Juttu kemur tí ikki í staðin fyri metið hjá Monu frá HM, av tí at hyljarnir vóru ymiskir. Men hetta boðar absolutt frá góðum til FM um 14 dagar, tá ið báðar vælsagtans kunnu væntast at fara at kappast í greinini.

Báðar genturnar svumu forrestin undir gullnálatíð.

2 thoughts on “5 føroysk met sett í Aalborg í vikuskiftinum”

  1. Sigma NS vann kappingina millum bestu lið, meðan West Swim varð nr 2 og Farum nr 3. Helsingør, STO 95 og Lyngby máttu niður í 1. deild, meðan Gladsaxe, Herning og Køge fluttu upp. Sí svoem.dk

  2. Úrslitalistin sæst her á svoem.dk. Óógvuliga flott úrslit:

    Elspa

    • 400 blandað: nr 2 av 18
    • 50 rygg: nr 2 av 18
    • 200 blandað: nr 4 av 18
    • 4×100 rygg: nr 1 av 9
    • 4×100 blandað: nr 3 av 9
    • 200 rygg: nr 3 av 18

    Jutta

    • 800 frí: nr 5 av 18

Ger viðmerking