Speedo og onnur heiðra Michael Phelps

Speedo hevur eina heilsíðulýsing við Phelps í mest lisnu avísirnar í USA í dag, “USA Today” og “New York Times”. NBC kallar hann “the greatest athlete on the planet”, ESPN.com sigur at hansara bragd var “the greatest swim performance ever”, og Yahoo kallar hann “the person of the week”.

Speedo hevur enntá eitt heilt avsnitt í nethandli sínum á www.speedousa.com, har man kann keypa ta kappingar- og venjingarútgerð sum Phelps brúkar. Alt frá kappingardrakt til blusu, ryggsekk, hondplátur og fitjur. Og tey hava lagt video av teimum 7 gullheiðursmerkjunum og 5 einstaklinga-heimsmetunum hjá honum her, online á heimasíðuni.

Og kommersiell sum tey sjálvsagt eru – við tað at Speedo jú er ein fyritøka sum selur svimjiútgerð – so vísir tey eisini á hvussu nógv heiðursmerki og met sum yvirhøvur vórðu sett í Melbourne, í Speedo-klæðum og serliga við nýggju FS-Pro draktini.

  • Gull: 31 av 41 heiðursmerkjum vunnin í Speedo; 19 av 31 í FS-PR
  • Silvur: 23,5 av 40 heiðursmerkjum vunnin í Speedo; 19 out of 23 í FS-PRO
  • Bronsa: 20.5 av 38 heiðursmerkjum vunnin í Speedo; 16 av 20.5 í FS-PRO
  • Tilsamans: 75 av 120 heiðursmerkjum vunnin í Speedo; 54 av 75 í FS-PRO
  • Heimsmet: 12 av 15 WR sett í Speedo; 11 av 12 í FS-PRO
  • USA met: 17 av 18 AR sett í Speedo; 16 av 17 í FS-PRO

Til eigi eg kanska at viðmerkja, at Speedo garanterað var offisielli klædnasponsorurin hjá amerikanska svimjilandsliðnum, og óivað øðrum eisini, og at svimjararnir tí mest sannlíkt skuldu svimja í hesum klæðum. Gott nokk varð éitt amerikanskt met av onkrari løgnari orsøk ikki sett í Speedo-klæðum, men tað er annars vanligur siður, m.a. hjá danska landsliðnum, at svimjararnir skulu svimja í sponsorklæðum.

Hartil var eg glaður fyri at síggja, at Michael Phelps í heilum frávelur heildraktirnar, sum til dømis í teimum 200 firvald (gull og flott heimsmet), har hann svam í “jammers” knæbuksum.  Draktirnar eru sikkurt fínar; men persónliga haldi eg at tað er ein keðiligur tendensur í svimjing, at vit fara frá at kunna kappast í rímiliga bíligum svimjiklæðum, til at skula keypa draktir fyri fleiri túsund.

Speedo til rós, so hava tey valt eina mynd av Phelps uttan heildrakt, til lýsingina 🙂

Her eru upprunatíðindini á swimmingworldmagazine.com

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.