Kina ringasta úrslit í 15 ár

Kinesiski landsliðsvenjarin Zhang Yadong sigur at hann fer ikki at mótmæla, um stjórarnir hjá honum loysa hann úr starvi, nú eftir ringa úrslitið í Melbourne. Tað varð einans til éina silvur og éina bronsu á HM, sum er ringasta úrslit hjá Kina í 15 ár. Landsliðsvenjarin heldur orsøkina vera avoldaðar venjingarhættir, og loysnin skal tí verða at fáa útlendskar venjarar til Kina, umframt at senda kinesiskar svimjarar uttanlanda.

Sum dømi nevnir 400 metur svimjarin Zhang Lin, at hann og koreanski Tae-Hwan Park vóru líka góðir, inntil Park fór til Avstraliu at venja. Park vann sum kunnugt gull í 400 frí og bronsu í 200 frí í Melbourne. Eitt annað dømi er Wu Peng, sum vann silvur langt eftir Michal Phelps í 200 firvald. Hann fer næsta mánaða til USA at venja saman við Phelps, fyri at læra.

Hetta við at fara til USA er veruliga blivið gongda leiðin hjá heimsstjørnunum í dag. Sat og hugdi at upptøkuni frá Melbourne í gjár (runt teir 200 firvald hjá Phelps), og fangaði tilfeldigvís at kommentatorarnir nevndu at breiddin ‘sum teir høvdu spátt frammanundan’ varð blivin nógv størri í dag. Haldi tað var í teimum 200 frí hjá kvinnum, har so gott sum øll finalan var evropeisk. Tá forkláraðu teir hesa gongdina við, at fleiri og fleiri svimjarar fóru til USA at svimja á college.

Her eru upprunatíðindini á swimnews.com

One thought on “Kina ringasta úrslit í 15 ár”

  1. Løgi sum londini við doping umdømi høvdu eitt ringt HM 🙂

    The Peoples Republic of Anabolic Steroids (Kina) og Týskland svumu langt undir standard. Áhugavert… ella hvat ?

Ger viðmerking