Phelps náddi ikki tey 8 HM-gullini

Katastrofa! Michael Phelps kom so ræðuliga nær at seta met í tal av gullheiðursmerkjum á éinari stevnu, tá ið hann fyrst vann einstaklingakappingina í 100 firvald á Ian Crocker og síðani nú setti heimsmet í 400 blandað. Men áttanda og trygga heiðursmerkið í 4 x 100 blandað reyk vegna kolldøming, tá ið Ian Crocker tjóvstartaði í innleiðandi riðlinum.

Spurningurin er so hvør sum átti feilin í riðlinum: Firvaldasvimjarin Ian Crocker sum tjóvstartaði, ella bringusvimjarin Scott Usher sum svam beint áðrenn. Venjarar plaga at siga at ábyrgdin er hjá tí sum svimur áðrenn, við tað at næsti svimjari meira ella minni startar ‘blindt’, tá ið hin er komin so og so nær at vegginum, og tann sum svimur tí ikki má slækka av ella kiksa seinasta innslag. Men eg havi ikki sæð riðilin enn, og Eurosport tykist so avgjørt at geva Crocker skyldina.

Drápuliga ærgeligt hjá Michael Phelps, sum bara kundi sita og hyggja at. Hann svam nevniliga ikki innleiðandi riðilin (sum vanligt er, um man hevur nóg nógvar góðar til taks), og sat tí á áskoðaraplássunum meðan hinir kolldømdu seg. Skuldi sjálvsagt svimja í finaluni, tá ið teir komu so langt. Men OK, hann náddi so tey sjey, sum er tangering av gamla metinum hjá Mark Spitz.

Lesið upprunatíðindini á Eurosport

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.