Franska L’Equipe ákærir Thorpe fyri doping

So er tað tað, er svimjingin ‘rein’? Franska avísin L’Equipe skrivar sambært Eurosport at ein dopingroynd hjá avstralska Ian Thorpe vísir óvanliga høg virði av testosteron (mannligt kynshormon) og onkrum øðrum hormon kallað ‘leutenising’, sum tó bæði eru náttúrlig at hava í kroppinum, í lægri nøgdum. Thorpe mótmælir sjálvsagt harliga, og sigur seg hava sett eina æru í netupp at hava verið ‘reinur’ og arbeitt móti doping.

Eurosport skrivar tó í øðrum tíðindum, at avstralsku antidoping-myndugleikarnir siga onga orsøk vera til halda at Thorpe var dopaður. “Media reports that an athlete has failed a drugs test are simply incorrect.”.

Eisini áhugavert , at hálendski venjarin Jaco Verhaeren traðkar fram og verjir Thorpe, hóast tað sum so ikki er nakað beinleiðis samband millum teir báðar (Verhaeren er venjari hjá m.ø. Pieter van der Hoogenband). Hann skeldar avísina út fyri at skriva sovorðið bara fyri at dálka um karrieruna hjá Thorpe, uttan yvirhøvur at hava kontakta Thorpe fyrst.

3 thoughts on “Franska L’Equipe ákærir Thorpe fyri doping”

  1. Swimnews hevur eina avskrift av pressukonferensuni hjá Ian Thorpe her, har hann fortelur um gongdina í málinum, og hvat støða hansara er til málið.

  2. Søgan um Thorpe er knappliga høvuðstíðindi, fram um HM og royndirnar hjá Phelps at taka flest heiðursmerki nakrantíð. Men tað skal tó sigast, at FINA faktiskt sigur seg hava sett eina kanning í verk.

    “in a statement, FINA confirmed that it has asked for an investigation into a sample that produced unusual results”
    http://www.swimmingworldmagazine.com/lane9/news/14436.asp

    Her eru onnur tíðindi um sama mál:
    http://www.swimnews.com/News/displayStory.jhtml?id=5216
    http://www.swimnews.com/News/displayStory.jhtml?id=5215
    http://www.swimnews.com/News/displayStory.jhtml?id=5218
    http://www.swimmingworldmagazine.com/lane9/news/14442.asp

  3. Sambært tíðindum her og her verður Thorpe mest sannlíkt reinsaður, av tí at hansara ónormalu hormonvirði ikki vóru so ónormal allíkavæl. Læknarnir hjá honum skulu bara finna eina góða orsøk til hví at tey vóru ónormal akkurát tá (sjúka, dehydrering, alkohol ella sex).

Ger viðmerking