Ægir vann SUM 2007

Árliga SmáUnglinaMeistarastevnan var í Klaksvík nú í vikuskiftinum, har yngru bólkar okkara møttust úr øllum svimjifeløgum í landinum, at kappast um hvør ið skuldi verða føroyameistari ár 2007. Tað vórðu vertirnir úr Klaksvík sum vunnu flest heiðursmerki, við Reka á øðrum plássi og Vágs Svimjifelag á triðja. Serliga Alvi Hjelm úr Ægir gjørdi bart, við at vinna heili 9 gullheiðursmerki, harav ein rúgva var bólkamet.

Hetta varð heiðursmerkjabýtið millum feløg:

Felag Gull Silvur Bronsa
Ægir 21 16 15
Reki 17 18 14
VS 13 11 7
FS 5 5 7
HS 4 3 3
FLOT 3 8 9
TS   2 1
Skeggjar     1

Altso ein knúsandi sigur til norðastu og syðstu svimjarar okkara, úr Klaksvík, Leirvík og Vági. Tað skal tó sigast, at feløgini úr serliga Tórshavn og Suðuroy vóru rættiliga illa umboðað, vegna sjúku, ferming og páskaferiu við Norrønu.Samlaða luttakaratalið var 137 einstaklingar, sum man vera eitt tað slakasta talið í mong ár, tá ið man hugsar um at stevnan hesuferð var fyri eisini bólk 3.

Millum svimjarar og stafettir varð heiðursmerkjabýtið:

Svimjari Felag Gull Silvur Bronsa
Alvi Hjelm                Ægir 9    
Helena Sævarsdóttir       VS 7 1 1
Turið S Christiansen      Reki 6 2 1
Sofus Bech                VS 5 2  
Jákup Andreasen           Ægir 5    
Victoria Eysturdal        Ægir 5    
Jákup Klein Hansen        HS 4 1 1
Flatturnar Hjá Fs         FS 3    
Reki Superboys            Reki 3    
Heðin L Olsen             Reki 2 3 1
Astrid Foldarskarð        FLOT 2 1 1
Reki Supergirls           Reki 2 1  
Ingunn Olsen              Reki 2    
Jóhanna Egholm            FS 2    
Jonna Bjartalíð Thomsen   Reki 1 4 2
Ægir Dreingir             Ægir 1 2 1
Birita Debes              FLOT 1 2 1
Vs Super Boys             VS 1 1  
Bergtór T Thomsen         Reki 1   1
Ægir Bamsur               Ægir 1    
Eyðbjørn Joensen          VS   4 3
Óluva Jacobsen            Reki   3 4
Ronja Eysturdal           Ægir   3 2
Ægir                      Ægir   3  
Susan Reinhardt           Ægir   3  
Marni Leo                 VS   2 2
Poula Mohr                FS   2 2
Hákun Edmundsson          FLOT   2 1
John Viljam Johannesen    Ægir   2 1
Fríði Bjarkhamar          Reki   2  
Gunnar Vatnhamar          Reki   2  
Kristina Elin Thomsen     TS   2  
Flot2                     FLOT   1 4
Jónfríð Hansen            FS   1 3
Annika Petersen           FS   1 2
Hans Jákup Fuglø          Reki   1 2
Ægir Gentur               Ægir   1 1
Flot1                     FLOT   1 1
Kristian Martin Joensen   Ægir   1 1
Markus Joensen            HS   1 1
Monika Biskupstø          Ægir   1 1
Óli Mortensen             HS   1 1
Róland Toftum             VS   1 1
Finn D. Petersen          FLOT   1  
Fs Gentur 1               FS   1  
Krista Mørkøre            Ægir     2
Kristjan Berg             Reki     2
Sigmund Mørkøre           Ægir     2
Ásbjørg Hjelm             Ægir     1
Dunnungar                 TS     1
Eva Trygvadóttir          Reki     1
Gunnrið Dam               Ægir     1
Katrina Akursmørk         Ægir     1
Kjartan Petersen          FLOT     1
Martin Olsen              Ægir     1
Skeggjar                  Skeggjar     1

Kappingin var sum heild merkt av nøkrum fáum suverænum svimjarum, sum t.d. Sofus Beck og Helenu Sævarsdóttur í bólki 3, Turið S. Christiansen og Alva Hjelm í bólki 2, og Victoriu Eysturdal og Jákup Andreasen í bólki 1. Restin kundi klóra seg til eina ella tvær gullmedaljur, í greinum sum hóskaðu minst væl til hesi 6..

Eg havi ikki tal á bólkametunum, men tað tyktist sum um serliga Alvi Hjelm setti met í nærmast øllum. Reka-genturnar í bólki 2 settu eisini bólkamet í minst einari stafett, og man ikki Helena Sævarsdóttur hava sett okkurt met eisini? Hon fekk í øllum førum eina silvurnál á stevnuni, um enn hendan kann hava verið fyri eitt eldri bragd.

Sum heild ein rættiliga væl fyriskipað stevna, tá ið man hugsar um at har var ymiskt koks við innbjóðingini. Vit svumu kanska eitt sindur ov leingi fríggjakvøldið (til kl 22.30); men leygardagurin tyktiskt ikki so harður, hóast øll sunnudagsskráin varð flutt til leygardag (vegna lítla luttøku og ferming sunnudagin).

Úrslitalisti er viðheftur sum HTML og tekst-fíla, umframt RE-fíla at lesa inn í WinGrodan.

One thought on “Ægir vann SUM 2007”

  1. Um onkur hyggur í gamlar reglugerðir fyri SUM, síggja tit at har stendur at SUM skal fara fram í tíðarskeiðnum 10-20 mars. Hetta er seinni strikað. Leggið til merkis dagin 20. mars. Hesin dagur var lagdur inn, soleiðis at SUM ikki fall saman við páskir og konfirmatión. Kanska hevði tað verið eitt gott hugskot at havt hetta í huga tá ætlanin verður løgd fyri 2007/2008.

    Heilsan Jon

Ger viðmerking