Michael Phelps hevur aftur sett heimset, sítt triðja higartil á heimsmeistarastevnuni í Melbourne, og fjórða gullheiðursmerkið. Hesu ferð var tað í 200 blandað, har hann svam 1:54.98, og átti tað gamla frá 2006 á 1:55.84. Leila Vaziri tangeraði sítt met frá semifinaluni í gjár, tá ið hon nú í finaluni aftur svam 28.16. Amerikansku kvinnurnar settu heimsmet í 4 x 200 frí. Og Nathalie Coughlin var akkurát 1/10 sekund frá at taka metið frá týsku Brittu Steffen í 100 frí, tá ið hon nú í semifinaluni svam teir 100 á 53.40 (metið er 53.30).
Heimsmethaldarin Jessicah Schipper vann gull í 200 firvald, Kitajima fekk bestu tíð í semifinaluni í 200 bringu, og amerikanski Ryan Locthe vann varð skjótastur í 200 rygg. Har vóru tveir vinnarar í 100 frí hjá monnum, Brent Hayden og Filippo Magnini úr Kanada og Italia, meðan Pieter van der Hoogenband bara bleiv nr 6. Nú róti eg eitt sindur runt í tí her, og listi tí heldur bara úrslitini upp her niðanfyri, í tíðarrøð:
100 frí kvinnur, semifinala
200 blandað menn, finala
200 bringu kvinnur, semifinala
100 frí, finala
200 firvald kvinnur, finala
200 bringu menn, semifinala
50 rygg kvinnur, finala
200 rygg menn, semifinala
4 x 200 frí kvinnur, finala
Viðmerkingar
Ups, Michael Phelps
Michael Phelps hevði eina betri tíð sum fyrsti svimjari í 4 x 100 frí hjá USA, enn teir báðir sum vunnu gull í einstaklingakappingini 100 frí í dag. Gott nokk bara við éinum hundraðparti (Phelps svam 48.42, Magnini og Hayden 48.43). Men allíkavæl, tað hevði verið ein gull afturat :-)
Havi hugt gjøgnum innleiðandi og semifinalur í 100 frí, og innleiðandi í 4 x 100 frí... og nei, eingin svam skjótari enn Phelps.
Na?
Visti ikki av ti at ein stafet var 2x200 hehehe. Annars gott at siggja at amerikumenn svimja so skjott sum teir reypadu um adrenn HM.
Søren
Ups, rættað
Gott at man hevur rættlesarar