Heimsmet aftur í morgun

Michael Phelps hevur aftur sett heimset, sítt triðja higartil á heimsmeistarastevnuni í Melbourne, og fjórða gullheiðursmerkið. Hesu ferð var tað í 200 blandað, har hann svam 1:54.98, og átti tað gamla frá 2006 á 1:55.84. Leila Vaziri tangeraði sítt met frá semifinaluni í gjár, tá ið hon nú í finaluni aftur svam 28.16. Amerikansku kvinnurnar settu heimsmet í 4 x 200 frí. Og Nathalie Coughlin var akkurát 1/10 sekund frá at taka metið frá týsku Brittu Steffen í 100 frí, tá ið hon nú í semifinaluni svam teir 100 á 53.40 (metið er 53.30).

Heimsmethaldarin Jessicah Schipper vann gull í 200 firvald, Kitajima fekk bestu tíð í semifinaluni í 200 bringu, og amerikanski Ryan Locthe vann varð skjótastur í 200 rygg. Har vóru tveir vinnarar í 100 frí hjá monnum, Brent Hayden og Filippo Magnini úr Kanada og Italia, meðan Pieter van der Hoogenband bara bleiv nr 6. Nú róti eg eitt sindur runt í tí her, og listi tí heldur bara úrslitini upp her niðanfyri, í tíðarrøð:

100 frí kvinnur, semifinala

  1. Nathalie Coughlin (USA), 53.40
  2. Lisbeth ‘Libby’ Lenton (AUS), 53.85
  3. Britta Steffen (GER), 54.05

200 blandað menn, finala

  1. Michael Phelps (USA), 1:54.98 (WR)
  2. Ryan Lochte (USA), 1:56.19
  3. Laszlo Czeh (HUN), 1:56.92

200 bringu kvinnur, semifinala

  1. Leisel Jones (AUS), 2:23.75
  2. Kirsty Balfour (GBR), 2:25.45
  3. Suzaan van Biljon (RZA), 2:25.56

100 frí, finala

  1. Filippo Magnini (ITA), 48.43
    Brent Hayden (CAN), 48.43
  2. Eamon Sullivan (AUS), 48.47

200 firvald kvinnur, finala

  1. Jessicah Schipper (AUS), 2:06.39
  2. Kimberly Vandenberg (USA), 2:06.71
  3. Otylia Jedrzejczak (POL), 2:06.90

200 bringu menn, semifinala

  1. Kosuke Kitajima (JAP), 2:10.30
  2. Brenton Rickard (AUS), 2:11.41
    Paolo Bossini (ITA), 2:11.41

50 rygg kvinnur, finala

  1. Leila Vaziri (USA), 28.16 (=WR)
  2. Aliaksandra Herasimenia (RUS), 28.46
  3. Tayliah Zimmer (AUS), 28.50

200 rygg menn, semifinala

  1. Ryan Lochte (USA), 1:55.99
  2. Aaron Piersol (USA), 1:56.39
  3. Markus Rogan (AUT): 1:56.62

4 x 200 frí kvinnur, finala

  1. USA, 7:50.09
  2. Týskland, 7:53.82
  3. Frankaríki,  7:55.96

3 thoughts on “Heimsmet aftur í morgun”

  1. Michael Phelps hevði eina betri tíð sum fyrsti svimjari í 4 x 100 frí hjá USA, enn teir báðir sum vunnu gull í einstaklingakappingini 100 frí í dag. Gott nokk bara við éinum hundraðparti (Phelps svam 48.42, Magnini og Hayden 48.43). Men allíkavæl, tað hevði verið ein gull afturat 🙂

    Havi hugt gjøgnum innleiðandi og semifinalur í 100 frí, og innleiðandi í 4 x 100 frí… og nei, eingin svam skjótari enn Phelps.

  2. Visti ikki av ti at ein stafet var 2×200 hehehe. Annars gott at siggja at amerikumenn svimja so skjott sum teir reypadu um adrenn HM.

    Søren

Leave a Reply to Søren OlsenCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.