Heimsmetini rapa aftur í morgun

Tey bestu svimja nú millum klokkan 10 og 12, og tað gongur uppá stás. Amerikanska Leila Vaziri hevur sett heimsmet í semifinaluni í 50 rygg við tíðini 28.16, meðan hvítarussiska Alexksandra Herasimenia tók silvur og japanska Reiko Nakamura bronsu. Og síðani knústi Michael Phelps heimsmetið hjá sær sjálvum í 200 firvald, við at svimja 1:52.09 (gamlað metið var 1:53.71). Har varð Wu Peng úr Kina nummar 2 og russiski Nikolay Skvortsov nr 3.

Síðani ‘hevndi’ franska Laure Manaudou seg inn á italsku Federica Pellegrini, sum í gjár dittaði sær at seta heimsmet í 200 frí. Manoudou svam beint nú teir 200 frí á 1:55.52, sum er næstan eitt sekund betri enn teir 1:56.47 hjá Pellegrini í gjár. Týska Annika Lurz vann silvur og Pellegrini bronsu.

3 finalur, 3 heimsmet. Um nakar ivast í hví eg kann sita og skriva í morgun, hóast eg segði at eg varð upptikin av arbeiði, so er tað tí at eg keikti fótin á veg út í gjøgnum hurðina í morgun. Havi nú læknaboð uppá at eg skal binda frið, hava fótin hægst og skifta millum ís og hita hvønn hálva tíma. Tað riggar fínt at gera á sofuni, frammanfyri sjónvarpið 🙂

50 bringu gav tíverri ikki nýtt heimsmet. Ukrainski Oleg Lisogor vann, amerikanski Brendan Hansen varð nummar 2 og suðurafrikanski Cameron van der Burgh nummar 3.

800 frí er faktiskt ófatiliga spennandi at hyggja at sum ‘live timing’ á omegatiming.com. Grant Hackett er ikki fremst, men heldur ikki langt aftanfyri teir tríggjar fremstu (Craiq Stevens, Oussama Mellouli og Federico Cobertaldo). Jú nú dragnar hann eitt sindur. Og meira. Oussama fer frá hinum.  Og Przemyslaw Stanczyk úr Póllandi kemur knappliga uppí leikin, og framum, nú teir hava svomið einar 300 metrar. Hann er á geil 7. Hinir dragna, Hackett vinnur so í øllum førum ikki. Og úrslitið varð at Oussama Mellouli úr Tunesia vann, Przemyslaw Stanczyk varð nummar 2 og Craiq Stevens nummar 3. Hackett varð nummar 7, uha uha.

Fyrsta heimsmet nakrantíð til Tunesia, viðmerkja tey á live-síðunum hjá eurosport.com. Vinnaratíðin á 7:46.95 var tó langt í verðini frá heimsmetinum hjá Grant Hackett á 7:36.65

Hatta var tað fyri í dag.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.