Rok á kantinum í Melbourne

Ein ukrainskur venjari í ‘útspring’ varð handtikin av avstralska politinum í gjár, eftir at sjónvarpsmyndir høvdu fangað hann í at sita á og sláa ein av sínum svimjarum, á kantinum av hylinum í Melbourne. Hetta var forrestin dóttur hansara, og myndirnar tykjast at vísa at hon var uppøst, slóg, og at hann so royndi at sissa hana, við at sláa aftur og seta seg á hana. Men tað kann sjálvsagt ikki góðtakast fyri tað.

Ein russiskur venjari í ‘útspring’ varð eisini tikin inn á politistøðina herfyri, fyri at hava følt uppá ein kvinnuligan trygdarvørð á hotellinum. Hann sigur seg ikki hava gjørt nakað, men hevur so fyribils fingið inndrigið passið (so at hann ikki kann rýma úr landinum), og skal siga løgregluni frá um hann ætlar sær út úr hotellinum.

Tíðindini eru funnin her og her á swimnews.com

4 thoughts on “Rok á kantinum í Melbourne”

    1. Hettar var ikki utspring, men papi ukrainska ryggsvimjaran (hann er eisini venjari hja henni) Onkur Fo sa hendingina, tad var beint adrenn 50m rygg har hon skuldi royna at koma i semifinalu. Men gentan slog fyrst. Papin er nu handtikin, ma ikki ringja til hana, og skal halda seg 200m vekk fra henni imedan politi kannar mali. Men nogv vitnu eru sum siga at hon byrjadi tad heila…. Hon kom akkurat IKKI i semifinaluna.

    1. Ja nú eg havi tíð til at lesa eitt sindur um hvat hevur gingi fyri seg uttan um hylin, so kann eg ikki lata vera við at kommentera hesa hending. FINA er til at lukka upp og sk… í. 6 ár fyri at klandrast, harragud hvat við teimun sum dopa seg ? FINA gevur 2 ár karantenu fyri misbrúk av vekstrarhormonum, og 6 ár fyri klandur…. álvaratos! Hevði hettar veri venjari hjá USA ella AUS, so hevði ein neyvan hoyrt meira enn eina umbering frá venjara, og so “var den skid slået” Onkur hevur roykt meira hamp enn gott er tá ið hendan avgerð var tikin.

Ger viðmerking