HM longu ein stór succés

Sum tey ið fylgja eitt sindur við vita, so var eg ein av teimum sum settu spurnartekin við, um tað var rætt at fara til HM. Og eg haldi enn at tað lættliga kundi gingið nógv verri 🙂 Men Jón Bjarnason hevur so sanniliga fyrireikað svimjararnar væl, og stuðla teimum á kantinum í Melbourne, so at vit nú kunnu siga at Melbourne varð ein succés fyri føroyingar, hóast stevnan ikki er meira enn hálvrunnin.

Allir 4 svimjarar hava betrað seg væl og virðiliga, og tríggir hava sett flott føroyskt met. Fjórði svimjarin eru umskyldaður við, at hon og hin svimja somu kappingar. Tey vinna sína riðlar hóast tey sjáldan eru ‘seedað’ sum nummar 1 í riðlinum. Vit sleppa at síggja tey ‘live’ á Eurosport, og føroysku fjølmiðlarnir hava eisini víst stóran áhuga, hóast talan jú slettis ikki er um kjans at vinna heiðursmerki.

So saman um tikið er luttøkan ein stór succés. Og her má man ikki undirmeta bragdið hjá landsliðsvenjaranum, Jón Bjarnasyni, at fáa svimjararnar at virka so væl, hóast hesar trykkjandi umstøðurnar, har alt er so stórt og heiðursmerkjamøguleikarnir (enn) so ófatiliga smáir. Hetta er ‘coaching’ á høgum stigi, at fáa svimjararnar at fokusera so væl á at betra seg sjálvi og føroyska støðið, heldur enn at fella saman ella royna eftir onkrum ógjørligum.

Pessimisturin í mær heldur enn, at tað líka so væl kundi endað í ein gang blaka pengar út úr vindeyganum, og vánaligari svimjing. Men tað er tað ikki blivið, og tí má man taka hattin av fyri teimum har suðuri, umframt teimum sum í gerandisdegnum hava verið um hesar svimjarar.

Vit hava fingið ein flottan, flottan start á HM-luttøkuni, og man kann væl næstan siga at næstu árini eru bjargað. Tí hóast Oyggjaleikir altíð eru spennandi, so eru Rhodos kanska ov spennadi, í mun til tað sum kemur aftaná. Ein svimjari sum hevur verið á Rhodos kann mest sannlíkt gerast rættiliga tungur at motivera til Áland (ella hvar tað nú er, næstu ferð).

Men nú hava vit HM! Longu næsta ár í stuttum hyli í Bretlandi, har vit í prinsippinum kunnu senda so nógv vit vilja (vegna prísin). Árið eftir í Rom, síðani árið eftir onkunstaðni sum eg ikki veit hvar er enn, og um 4 ár í Shanghai, Kina. Um tað ikki motiverar okkara bestu svimjarar, so eru teir ikki verdir at motivera 😉

Uha ja, men tað kostar jú nógv. Og mítt størsta kritikkpunkt var eisini, at hesir pengar kundi farið til so nógv annað. Avstralia er jú langt vekk og alt hatta har. Men her hevur FINA (og kanska okkara egni formaður, Palli Ziskason) gjørt tað bragd, at geva okkum oyramerktan fíggjarligan stuðul til luttøkuna. Vit fáa altso pengar frá FINA til at at fara til HM. Nú síggja vit so eisini, at teir við Jón kunnu seta met, og hvat er so eftir at brokka seg um?

Nei Jón og Palli, ein treytaleys umbering higani av Toftum. Tit høvdu rætt, ella í øllum førum dugdi tit at fáa tað at bera til.

Og til lukku tit fýra sum svimja í Melbourne. Tit eru knasandi góð !

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.