2 nýggj met á 3. degi av HM

Sum tit kunnu lesa á ssf.fo, so hava føroyingarnir svomið øgiliga væl í nátt. Jutta Thomsen setti nýtt føroyskt met í 200 frí við tíðini 2:10.81 (tilmeldingartíð 2:16.01), sum var 10. besta tíð hjá gentum í hennara aldursbólki. Pál Joensen setti nýtt føroyskt met í 800 frí við tíðini 8:30.31 (tilmeldingartíð 8:49.89), sum varð eitt 8. pláss í hansara aldursbólki. Og Mona Simonsen svam eisini nóg gott til at vinna sín riðil við tíðini 2:12.45 (tilmeldingartíð 2:17.28).

3 thoughts on “2 nýggj met á 3. degi av HM”

  1. Flott svomið av okkara svimjarum. Sjálvt Eurosport hevur uppdaga hvussu væl føroyingarnir svimja 🙂 Deiligt at síggja at tey seta Føroyar á heimskortið!

    Søren

    1. Vit royna alt tad vit eru ment 🙂

      Skal heilsa ollum har heima. Vit hava tad Great her Down Under, her er ikki ov heitt og tad ringasta jettlag er vid at hvorva. Ein “tummulfingra regul” er at ein skal hava 1 dag fyri hvonn tima i klokkan skiftir, vit hovdu bert 5 og ein halvan, til 11 timar, so vit bliva bert betur fyri hvonn dag i gongur. Kristian & Pal svimja 100fri um 50min. Spennandi :)) Fysio hja Swim Irland gav gratis massagu til okkum i gjar, og oll klappadu at okkum ta id vit komu aftur a hotelli i gjar, vit eru stolt av urslitunum, og royna at halda “The spirits up high”

Ger viðmerking