Tekur nakar uppá video ?

Ella enn betur: DVD? Eg vil ikki uppfordra til ólógligheitir her, men man sær altso føroyingarnar á Eurosport um náttina, og tað er tí gull vert at fáa hetta á goymslu. Til eftirtíðina og sum svimjisøgu og so framvegis. Bartal tók 200 frí hjá Pál uppá DVD í nátt; men man sær tíverri illa Pál, av tí at hann svam á geil 8 og varð nr 4 í riðlinum, har Eurosport bara nær at fáa ‘close-up’ av nr 1. Sunnunáttina sá man sikkurt bæði Pál og Monu, men tá tóku vit ikki uppá :”-S

One thought on “Tekur nakar uppá video ?”

  1. Ansið eftir ikki at líta 100% á hvat ið stendur her ella á Eurosport, um nær Eurosport sendir frá HM. Bartal sá rættiliga sperlaður út í morgun, tí at hann uppdagaði tá kl 3 at Eurosport helt áfram at senda, hóast skráin átti at verið liðug. Sat tí og gløddi til einaferð kl 4 ella 5, at innleiðandi riðlum í 1500 frí, uttan at vita nær teir ætlaðu at gevast (tí at eg vildi hava tað uppá DVD… tað hoyrir til søguna, at eg svav sum steinurin :-).

Ger viðmerking