Eisini ‘live’ á eurosport.com

Heimasíðan hjá Eurosport hevur eisini eitt slag av ‘live’ sending frá svimjingini í Melbourne, har tey skriva smáar tíðindastubbar her so hvørt sum svomið verður. Tíverri bara tekstur, uttan ljóð ella mynd, og spurningurin er tí um ikki Omega Live Timing er betra loysnin, við tað at man har sær úrslitatalvuna við starttíð og millumtíðum hjá øllum svimarum, ‘live’. 

Finalurnar eru í gongd beint nú, har Brendan Hansen til dømis akkurát vann á Kitajima í 100 bringu, meðan norðmaðurin Alexander Dale Oen tíverri følnaði fullkomiliga eftir at hava verið nummar 3 í vendingini. Hann varð nummar 8 av 8 í finaluni, sum ikki kann vera annað enn bitturt, tá ið man hugsar um at hann í innleiðandi svam skjótari enn tann sum her vann HM-bronsu.

Nathalie Coughlin man vera næstan líka skuffað eftir sínar 100 firvald, sum hon førdi inntil teir síðstu 25 metrarnar. Hon fekk gott nokk eitt heiðursmerki, úr bronsu, meðan avstralsku Libby Lenton og Jessicah Schipper fóru við gull og silvur.

50 firvald hjá monnum vann suðurafrikanski Roland Schoeman á Ian Crocker, meðan danski Jacob Andkjær fekk bronsu. Woohoo Danmark! Svenski veteranurin Lars Frölander varð einans nummar 7 av 8, so hansara tíð man nú endiliga vera við at vera av, eftir at hann hevur verið á toppinum í eina svimjiøld.

200 blandað hjá kvinnum vann Kathy Hoff úr USA á Kirsty Coventry úr Zimbabwe og Stephanie Rice úr Avstraliu. Danska Julie Hjorth-Hansen varð her nummar 5, sum eisini má sigast at vera nokk so gott (í øllum førum í mun til stakkals Oen).

Viðvíkjandi tíðum, so tykist hylurin tíverri ikki at vera heilt so skjótur sum fólk væntaðu og ynsktu. Ella eru svimjararnir ikki heilt so væl fyri sum ætlað. Tí inntil víðari seta tey ‘bara’ meistaraskapsmet, uttan at nakar fer við teimum lovaðu 140.000 krónunum fyri (hvørt) heimsmet.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.